Tíðindi

Vitanarbrúgv

Fjarlestrarumhvørvið er ein talgild brúgv til vitan at ferðast á, og heimurin er nú opnari og nærri. Brúgvin er tvísporað, og eins væl og vit nú kunnu sita í Klaksvík og fylgja einum fyrilestri í onkrum fjarskotnum landi, kunnu vit eisini bjóða útheiminum okkara vitan. Heini Ziska Dahl, sum lesur til lærara, skrivar

19.05.2017

Munandi partur av læraralesnaði mínum á Setrinum hevur verið á Fjarnámi í Klaksvík. Ikki tí - eg haldi ikki, tað er serliga langt til Havnar, og mær dámar væl at sita í bili, men tíðin í bilinum kann nýtast til so mangt annað, og tað kemur væl við hjá einum lesandi, sum skal fáa børn á stovn og í skúla hvønn morgun, saman við øllum øðrum, sum eitt virkið familjulív krevur.

Spakuliga eru vit komin har til, at vit kunnu siga, at vit hava eitt fjarlestrarumhvørvi í Klaksvík. Tað var ikki neyðugt fyri meg ella Setrið at fara undir hetta saman við Klaksvíkar kommunu, men hesum pørtum og fleiri at takka, hava vit eftir nógvar royndir og gott tol frá brúkarum og veitarum fingið eitt produkt, sum kann samanberast við eitt smidligt alternativ til eitt átak hjá Norðurlandahúsinum, Tórshavnar kommunu, Mentamálaráðnum og Atlantic Airways, ið tey kalla Loftbrúgv. Fjarlestrarumhvørvið er ein talgild brúgv til vitan at ferðast á, og heimurin er nú opnari og nærri. Brúgvin er tvísporað, og eins væl og vit nú kunnu sita í Klaksvík og fylgja einum fyrilestri í onkrum fjarskotnum landi, kunnu vit eisini bjóða útheiminum okkara vitan.

Tað hevur verið sera heppið, at vælvild á nærum øllum økjum hevur verið í Føroyum frá byrjan, tí ein avleiðing er, at tey mistøk, vit hava gjørt, hava lært og ment okkum og givið okkum teir førleikar, ið krevjast, fyri at vit kunnu fáa allan heimin inn í lestrarumhvørvið í Íverksetarahúsinum í Klaksvík.

At sita sum lesandi við "íblástrarveggin" í hølinum, har Kjølbro hevði sína skrivstovu, hevur givið nógvar kveikjandi tankar, og upprunin til okkurt "pep-talk" er onkuntíð komin frá onkrum sitati av hesum veggi:
Millum Martin Luther King, J.F. Kennedy og aðrar finna vit Thomas Edison og og lesa um allar royndirnar hann mátti gera, áðrenn hann eftir 200 av hesum kom við ljósperuni.

Føroyskir íverksetarar og onnur við hámeta hetta húsið, og vit, sum sita her, hámeta teir. Onkrir eru komnir serliga langt, og vit nýta hesar sum dømi, tá vit royna at kveikja onkran ómotiveraðan næming, ið við tómum eygnabrá situr og bíðar eftir, at klokkan ringir. Eg hoyri meg sjálvan: “Vita tit, at í tí stóra Amerika situr ein føroyingur og arbeiðir við eini app, sum hann sjálvur hevur ment, og hann hjálpir fólki um allan heimin at fáa sær eina mentaða kenning við árgangsvíni?”

Og so aftur eitt sitat av vegginum: “If you can’t stop thinking about it, don’t stop working for it.”

Og so flúgva tankarnir! Upp í loft og út í heim, og eg síggi teir fyri mær, hesar fittu og ágrýtnu næmingarnar, sum eg havi kveikt so mikið, at onki er teimum ov avbjóðandi, og ongin dreymur ov stórur at droyma. Og júst tí vil eg vera lærari. Eg megni hetta - eg megni jú alt, tí eg havi lisið, og eg havi enntá verið fleiri, fleiri ferðir í starvsvenjing! Ja, í fleiri vikur, og eg havi havt heilt upp í 10 tímar um vikuna!

Og eg lyfti aftur upp eygu míni á íblástrarveggin, og eg kenni stimbranina koma, eins og hon kom til Kjølbro og nógvar aðrar, sum hava sitið innast á hesi maktkorridorini. Næsta sitatið er frá sjálvum Martin Luther King Jr.:

“If you can’t fly, then run,
If you can’t run, then walk,
If you can’t walk, then crawl,
but whatever you do you have to keep moving forward!”

Ella sum vit siga á føroyskum: “Statt ikki har sum eitt býtt, ger okkurt!” Og so koma vit niðurat aftur. Og tankarnir leita suður á Frælsið, tí har gera tey okkurt: har eru tey altíð frammi í skónum - har broyta og tillaga tey mína útbúgving, so hon kemur at vera júst tað, hon eigur at vera!

Og so hugsi eg um meg og royndirnar hjá Edison: komi eg at fáa eina góða útbúgving, ella eri eg bert útbúgvingarroynd nummar 657? Koma læraraútbúgvingarnar at fara í eina nýggja app eins og hana við árgangsvínunum, so virðið á míni útbúgving kemur at verða mett eftir, hvussu leisturin fyri útbúgvingina var júst tann árgangin, eg kom av Setrinum?

Ikki tí, hetta skal ikki forða mær í, at mín útbúgving er so góð, sum eg kann gera hana, og eg gleði meg at fara til verka, tí ongin er ov gamal gott at læra!

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.