Tíðindi

Vit skulu tora at seta størri krøv

- Hava læraralesandi, sum velja til dømis alis- og evnafrøði sum linjulærugrein, ikki havt alis- og evnafrøði á hægri enn C-stigi í miðnámi, so hava tey ikki nóg góða grund at standa á, sigur Jacob Eli S. Olsen, lærari.

19.06.2017

Flestu teirra, sum verða tikin inn á læraraútbúgvingina á Námsvísindadeildini, verða tikin inn sambært kvotu 1; har er tað miðaltalið hjá umsøkjaranum, sum telur. Jacob Eli S. Olsen, sum er lærari í øllum náttúruvísindaligu lærugreinunum í fólkaskúlanum, heldur ikki, at upptøkutreytirnar taka atlit at, hvussu væl umsøkjarin er fyri í ymsu lærugreinunum, sum hann velur sum linjulærugrein.
- Við verandi skipan missa vit meiri fyri minni, tí tað verður bara hugt at miðaltalinum í staðin fyri at einum vektaðum miðaltali. Hava læraralesandi, sum velja til dømis alis- og evnafrøði sum linjulærugrein, ikki havt alis- og evnafrøði á hægri enn C-stigi í miðnámi, ella ein serliga góðan og stóran áhuga fyri náttúruvísindum, so hava tey ikki nóg góða grund at standa á. Evnini í hesi lærugrein leggja upp til, at tú dugir nakað væl meiri enn tað, sum er støðið í fólkaskúlanum, tey eru ógvuliga víðfevnd og á nógvum torleikastigum. At hava linjulærugreinina í eitt ár á Námsvísindadeildini er ikki nóg mikið, um tú skalt vera púra tryggur í øllum evnunum fyri síðan at undirvísa í teimum. Skalt tú undirvísa í onkrari av náttúruvísindaligu lærugreinunum krevur tað, eftir mínum tykki, at tú hevur havt lærugreinina í minsta lagi á B-stigi, áðrenn tú tekur hana sum linjulærugrein á læraraútbúgvingini. C-støði í miðnámi er í øllum førum ikki nóg mikið. Tað er undir øllum umstøðum ein trupul uppgáva. Læraraførleikin er jú avgerandi fyri, hvat næmingurin fær burtur úr undirvísingini.

Mynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.