Tíðindi

Vit skulu duga betur at seta orð á inklusjón

- Í Føroyum ganga flestu næmingar í vanliga fólkaskúlanum, men vit hava lítið og einki kjak um, hvørji mál vit eiga at seta, tá ið talan er um at inkludera næmingar. Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, í kjalarvørrinum á evnisdegi herfyri

15.09.2021

Síðst í august var evnisdagur á Námsvísindadeildini um inklusjón. Umframt tveir útlendskar fyrilestrarhaldarar legði Frida Poulsen, námslektari og ph.-d.-lesandi á Námsvísindadeildini, fram fyribilsniðurstøður úr gransking sínari um inklusjón í fólkaskúlanum. Í høvuðsheitum kom fram, at skúlarnir hava ymiskar mannagongdir og siðvenjur, tá ið talan er um inklusjón, og at hetta fer fram í tøgn, tað er uttan at vit seta orð á, hvat vit gera og hvussu.

- Í Føroyum ganga flestu næmingar í vanliga fólkaskúlanum, men vit hava lítið og einki kjak um, hvørji mál vit eiga at seta, ei heldur hvørjir næmingar eiga at vera í skúlanum, hvørjir partvíst og hvørjir í serstovu. Tað er gott at fáa staðfest í gransking, hvat okkum tørvar at gera hesum viðvíkjandi, tí so kunnu vit gera skilagóðar tillagingar. Vit eiga at fara undir eitt kjak, sum tekur støði í, hvat tað hevur at siga fyri fólkaskúlan, at vit inkludera næmingar, bæði fulla og parttíð ella at serskipanir verða gjørdar. Og tá ið talan er um serskipanir eiga vit eisini at viðgera, um tað eigur at vera sum partur av einum skúla ella uttan fyri skúlan. Tað er ikki nóg gott, at øll í hvør sínum lagi hava eitt boð uppá, hvat inklusjón er; vit mugu koma til nakrar felags fatanir. Vit eiga eisini at tosa meiri um inklusjón og næmingar við serligum tørvi á læraraútbúgvingini sum heild, soleiðis at nýútbúnir lærarar hava breiðari fatan og fleiri arbeiðshættir, ið hava fyrilit fyri, at fleiri næmingar verða inkluderaðir.

Upp í kjakið um inklusjón hoyrir eisini, hvussu vit víðka skúlatilboðið og gera tað rúmligari. Í koronatíðarskeiðnum í fjør vóru flokkar gjørdir við minni næmingatali, og tað hevði sera gagnliga ávirkan á nógvar næmingar, sum hava eina útvenda atferð, og sum kunnu vera truplir at hava í vanliga flokkinum.

- Einfaldi skúladagurin í koronatíðini við færri næmingum í hvørjum flokki, minni skifti millum lærarar, færri børn fyri hvønn lærara, fleiri fermetrum til hvønn næming og sum heild einfaldari skúladag hevði sera góða ávirkan á fleiri næmingar, sum hava tað trupult í vanliga skúlanum. Skúlin rúmaði teir betur tá. Kunnu vit víðka skúlan soleiðis, at hann fer at líkjast hesum umstøðunum, fara fleiri næmingar at rúmast í skúlanum. Tað merkir, at fleiri lærarar eiga at verða settir, og at skúlabygging skal leggja upp fyri, at tað ber til at fara til viks við næmingum í friðarligar krókar. Eisini uttanduraøkið eigur at leggja upp fyri hesum. Tillaga og víðka vit skúlan soleiðis, verða tað fleiri næmingar, sum rúmast í vanliga skúlanum. Tey, sum ikki rúmast alla tíðina, eiga at hava eitt sertilboð í skúlanum, soleiðis at tey eru partur av vanliga skúlanum eisini. Tað hevur týdning fyri allar næmingar at hoyra til, og tað má fólkaskúlin geva øllum næmingum møguleika at kenna, líkamikið hvønn tørv teir hava. Tað hevur eisini týdning fyri lærararnar, at teir hoyra til ein lærarahóp, og tí er tað trupult, um vit skipa serflokkarnar smáar og fyri seg, fysiskt burtur frá skúlanum.

Granskingin hjá Fridu Poulsen um inklusjón í føroyska fólkaskúlanum er komin væl áleiðis. Hon hevur tosað við nógvar lærarar kring um alt landið umframt leiðslur og fólk í skúlaskipanini um evnið. Høvuðsevnið er at kanna, hvussu tann politiska visjónin um ein inkluderandi skúla sæst aftur í fólkaskúlanum. Fokusið er á tvístøður ella spenni millum almenna námsfrøði og sernámsfrøði. Granskað er út frá skrivligum tilfari, eygleiðingum og samrøðum við ymiskar aktørar í og kring fólkaskúlan.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.