Tíðindi

Vit seta mál fyri lesingini

Í einum lesiátaki verður sjóneykan sett á lesing, og tað er altíð gott. Tað heldur Nita Næs, lærari, sum er við í toyminum, sum fyriskipar lesiátøk í Hvalbiar skúlar

13.01.2022

Í Hvalbiar skúla er lesiátak hvørt ár. Átøkini eru ymisk, og innihaldið er ymiskt. Hvørja ferð verða mál sett. Á lesiátakinum síðsta skúlaár skuldi hvør næmingur úr 2. flokki til 7. flokk seta sær eitt lesimál, tað er, hvussu nógv hann ætlaði at lesa í 14 dagar.

- Valið og málið var avgreitt, áðrenn átakið byrjaði, og fleiri høvdu teknað sær eitt vakurt frámerki, ið lýsti málið og sum samstundis eisini var navnaskelti. Tey lósu 20 minuttir sjálv, síðani parlósu tey eitt stykki og lósu heima í 10 minuttir. Í einum lesiátaki verður sjóneykan sett á lesing, og tað er altíð gott. Næmingar koma inn á bókasavnið at velja bøkur, og tað er eisini altíð gott. Vit samskifta um bøkur og tekstaslag, tað er nógv ymiskt, ið vit koma inn á, ið vit annars ikki høvdu samskift um. Í hesum síðsta átakinum segði ein av teimum eldru næmingur við meg, at tað var fyrstu ferð, at hann hevði lisið eina so tjúkka bók. Mær dámar væl, at lesiátøk eru á hvørjum ári. Okkurt árið hava vit havt skriviátøk.

Lesiátøk kunnu skumpa næmingar framá í lesimenningini, men tað, sum helst ger størstan mun, er, um næmingurin lesur regluliga. Nita Næs biður næmingar sínar lesa heima hvønn dag.

- Tey fyrstu árini er tað ógvuliga týdningarmikið, at foreldrini lesa saman við barninum, og at barnið kennir stuðul frá heiminum. Tað er ikki altíð ein løtt tilgongd at læra at lesa, og tá er tað, at barnið veruliga skal merkja, at hetta hjálpa pápi og mamma mær við. Tá børn eru 7 til 10 ár, so eru tey kensluliga sera nógv knýtt at foreldrunum, tí eru foreldrini bæði fyrimyndir og lyklapersónar, og her kunnu foreldrini nýta sína serstøku støðu, eisini tá tað kemur til at stimbra fyrstu lesingina. Yvirhøvur hava foreldrini altíð eina ábyrgd av, hvussu barn teirra kemur gjøgnum tær ymisku støðurnar í skúlanum. Tað er so nógvar ferðir lættari at hava við næmingar at gera, sum hava nógv og gott samskifti við foreldrini um alt, og sum hava góðar vanar heimanífrá, sum t.d. eru von við at síggja foreldrini sitandi ella liggjandi við eini bók og lesa. At foreldur lesa heima við og fyri barninum hevur nógv at týða, børnini fáa vant og samstundis uppliva børnini, at lesingin er ikki ein aktivitetur, ið tey eru einsamøll um, men at tað er nakað, ið tey vaksnu eisini hava tørv á at gera.

Sum bókavørður kunnar Nita Næs seg við nógvar bøkur alla tíðina.

- Nógvar nýggjar bøkur koma hvørt ár, og eg royni at lesa so nógvar, sum eg fái tíð til. Lesivanarnir hjá læraranum hava sjálvsagt nakað at týða, eisini hvussu lærarin umtalar bøkur. Eg royni altíð at greiða frá teimum nýggju, ið eru komnar á bókasavnið, og eg taki mær tíð til at lesa søgur upp í teimum flokkunum, ið eg havi í føroyskum. Vit lærarar tosa ofta um, at næmingarnir lesa ov lítið, og lesa ofta bara tað, ið lærarin krevur, at næmingurin skal lesa. Vit hava ongantíð havt alment bókasavn í bygdini, so næmingar hava ikki siðvenju at vitja skúlabókasavnið fyrr enn tey byrja í 1. flokki.

Les alla greinina í Skúlablað nr 5, 2021

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.