Tíðindi

Vit mugu tora at seta krøv til barnið

Børn fáa ikki verri sjálvsálit, handlingsálit og sjálvsvirði av krøvum, men av manglandi krøvum, av at sleppa undan, og at onnur gera tingini fyri tey

19. september 2019

Ongantíð áður hava vit lagt so stóran dent á trivnað, sum seinastu árini. Foreldur, námsfrøðingar, lærarar og politikarar eru øll á einum máli um týdningin av trivnaði fyri lívið hjá børnum. Trivnaðar- og happingarkanningar verða javnan gjørdar, flestu skúlaflokkar skipa fyri mongum góðum tiltøkum, hugnatímum, setursskúlum og so framvegis, og tað er givið, at næmingar í dag hava nógv fleiri positivar myndir av skúlanum enn undanfarin ættarlið. Og tað sæst aftur í kanningum, sum vísa, at sera nógvum børnum dámar væl at ganga í skúla. Tíbetur. Men hóast vit ongantíð áður hava hugsað meiri um trivnaðin hjá børnum og ungum, mugu vit tíverri staðfesta, at hóast nógv børn hava tað gott, so er eitt vaksandi tal av børnum og ungum, sum ikki trívast. Onkursvegna mugu vit staðfesta, at trivnaðartiltøkini, vit seta í verk, ikki muna so nógv, sum vit høvdu vónað og væntað.

Tá eitt barn er fakliga illa fyri, er talan í allarflestu førum ikki um manglandi førleikar at læra, men heldur um nakað undirliggjandi, eitt nú hugburðin til egin evni. Hvørjar royndir hevur barnið við at gera feilir og at reisa seg eftir mótburð? Hvussu er við úthaldni, tá okkurt er trupult? Og hvussu við egintamarhaldi, megnar barnið at útseta sín tørv her og nú, tí tað tænir barninum í longdini? Hetta eru alt grundleggjandi viðurskifti, sum mugu vera í lagi í mun til læring og geva sjálvsálit, handlingsálit og sjálvsvirði. Fær barnið hjálp á hesum økjunum, er stórur møguleiki fyri, at tað kemur at trívast væl og fær barnsliga dirvið at kasta seg út í nýggj, ókend viðurskifti aftur.

Vit mugu ongantíð koma har, at vit ikki tora at seta krøv til barnið, tí í teirri løtu, vit ikki seta krøv, siga vit barninum óbeinleiðis, at tað megnar einki í sær sjálvum. Vit skulu tvørturímóti seta stór krøv og eggja barninum og vísa tí, at vit sjálvandi trúgva, at barnið megnar tað. Kanska ikki alt fyri eitt, kanska ikki um stutta tíð, men so við og við. Vit skulu læra barnið, at tað at læra stundum er strævið, men so ómetaliga stuttligt, tá vit duga tað. Tí skulu vit eisini tora at hátíðarhalda, at børnini læra okkurt nýtt.

Gitte Klein, lærari og sálarfrøðilesandi, skrivar. Les alla greinina í Skúlablað nr 4, 2019

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.