Tíðindi

Vit mugu smíða, meðan friður er

Tað er av stórum týdningi, at samskiftið millum Mentamálaráðið og Lærarafelagið er smidligt og virðiligt.

07.12.2018

Arbeiðið hjá Føroya Lærarafelag er sambært viðtøkum felagsins í fleiri pørtum. Øðrumegin skal felagið virka fyri starvsligu og lønarligu áhugamálunum hjá limunum, og hinumegin skal felagið arbeiða fyri menning fólkaskúlans. Í tí fyrra er Fíggjarmálaráðið samráðingarpartur, meðan Mentamálaráðið er samstarvspartur í flestu førum. Samstarvið við Fíggjarmálaráðið er einamest í sambandi við lønarsamráðingarnar, og tað er ein leikur fyri seg. Hinvegin verður samstarvað við Mentamálaráðið alla tíðina, uttan tá ið lønarsamráðingarnar eru, tá ber lítið til. Tí má arbeiðast miðvíst í friðartíðini millum samráðingarnar.

Tað er av stórum týdningi, at samskiftið millum Mentamálaráðið og Lærarafelagið er smidligt og virðiligt. Seinastu tíðina hava bygnaðarbroytingar verið í Mentamálaráðnum. Í nýggja bygnaðinum er fólkaskúlin partur av Undirvísingarstýrinum. Stýrið hevur nú sett starvsfólk til einstøku uppgávurnar, so felagið veit, hvør varðar av fólkaskúlanum. Hetta eigur at tæna arbeiðinum; tað samskiftið, felagið higartil hevur havt við nýggja stýrið, hevur verið greitt.

Bygnaðarbroytingarnar hava tó merkt samstarvið, annað hevði verið løgið. Eftir skiftistíðina í Mentamálaráðnum liggja nøkur mál á láni. Hesi mugu vit fara í gongd við, ongantíð ov skjótt, tí sáttmálaskeiðið er um at vera runnið. Tíðin, ið ofta arbeiðir fyri okkum, arbeiðir í hesum føri ímóti okkum.

Við seinastu samráðingar var KT-økið í fólkaskúlanum uppi at venda. Langt var millum partarnar á hesum øki. Semja fekst tó um, at partarnir í friðartíð skuldu arbeiða saman at finna eina nýggja skipan fyri KT-økið í fólkaskúlanum. Hetta arbeiði skal vera liðugt 1. januar í 2019 við virknaði frá skúlaársbyrjan 2019/20. Ráðið skuldi taka stig til hetta arbeiðið. Lærarafelagið er farið undir arbeiðið og hevur fleiri ferðir heitt á Mentamálaráðið í hesum máli, tó uttan úrslit. Vónandi kemur ein innbjóðing skjótt.

Tað eru eisini aðrir bólkar í fólkaskúlanum, ið arbeiða undir ógreiðum umstøðum, soleiðis at tað órógvar arbeiðið. Millum hesi eru starvsfólk í førleikastovuni, so sum serlærarar og vegleiðarar. Ein annar bólkur eru lærarar, ið eru trýstir at undirvísa ein til tveir tímar meira um vikuna. Henda økta undirvísingarbyrðan er ein rein sparing hjá Mentamálaráðnum. Men lærarar eru ikki sum flakamaskinur, har framleiðslan veksur, um tú letur maskinuna arbeiða ein tíma meira. Fleiri lærarar eru um at hokna undir øktu byrðuni, ið tærir av persónliga yvirskotinum. Um ein lærari skal veita dygdargóða undirvísing, so krevur tað, at lærarin hevur nakað at geva av, og tað ber ikki til at geva av einum undirskoti.

Ofta verður tikið til, at vit mugu smíða, meðan jarnið er heitt. Í hesum førinum vil eg heldur siga, at vit eiga at smíða, meðan friður er. Tí tá ið sáttmálasamráðingar leika á, so er tað sum um, at jarnið gerst ov heitt til, at tað kann arbeiðast við tí. Meðan tað í friðartíð er so passaliga fløtt, at smíðast kann. Tí vilja vit skunda undir Undirvísingarstýrið, soleiðis at gongd kemur á arbeiðið at skipa KT-økið og umstøður hjá øðrum starvsbólkum í fólkaskúlanum. Vit í Føroya Lærarafelag eru til dystin fús.

Oddagrein eftir Jacob Eli S. Olsen, virkandi formann í Føroya Lærarafelags, í Skúlablaðnum, sum kemur í dag.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.