Tíðindi

Vit mugu fara væl um læraraútbúgvingina

Verandi støða er ikki nøktandi, og tí eigur Løgtingið at fáa sær heimildina aftur at áseta høvuðsreglurnar í læraraútbúgvingini, ella at binda leistin fyri útbúgvingina so tryggan í kunngerð, at vit vita, hvørja læraraútbúgving vit hava. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

09.07.2021

Undan summarfrítíðini komu nýggjar kunngerðir fyri Fróðskaparsetur Føroya og harundir eisini fyri læraraútbúgvingina. Men nýggja kunngerðin fyri læraraútbúgvingina ásetur so fá krøv til útbúgvingina, at vit vita lítið, hvat vit kunnu rokna við. Læraraútbúgvingin er ein hornasteinur í samfelagnum, og tí eigur innihaldið í læraraútbúgvingini ikki at verða latið upp í hendurnar á tilvildini; hon eigur at vera skipað, so at vit kenna okkum aftur í henni, sama hvør hevur ábyrgdina at skipa útbúgvingina.

Í 2012 slepti løgtingið sínum rætti at áseta høvuðsreglurnar í læraraútbúgvingini, og øll heimildin var løgd í hendurnar á Fróðskaparsetri Føroya. Gongdin hjá læraraútbúgvingini hevur verið vinglut, meðan Setrið hevur varðað av henni. Námsvísindadeildin hevur havt trongar fíggjarkarmar, og áhaldandi er leitað eftir rætta leistinum. Verandi støða er ikki nøktandi, og tí eigur Løgtingið at fáa sær heimildina aftur at áseta høvuðsreglurnar í læraraútbúgvingini, ella at binda leistin fyri útbúgvingina so tryggan í kunngerð, at vit vita, hvørja læraraútbúgving vit hava.

Føroya Lærarafelag hevur víst á, at læraraútbúgvingin krevur dagføringar, og hon má hava munandi tryggari grund at byggja á. Vit hava gjørt okkara viðmerkingar til nýggju kunngerðina og lagt okkara sjónarmið fyri landsstýrisfólkið, men vit kunnu staðfesta, at við hesi kunngerðini eru vit ikki komin langt. Kunngerðin er bara ein lítil pussing av tí gomlu, og tað er ein alt ov veik grund undir útbúgvingini, og tí rokna vit við, at hetta bara er ein liður í arbeiðinum byggja eina varandi grund undir læraraútbúgvingina.

Flestu lærarar í fólkaskúlanum eru útbúnir á Frælsinum, og fólkaskúlin nær út í hvørt heim í Føroyum; tí hevur læraraútbúgvingin so stóran samfelagstýdning, og tað setur uppaftur størri krøv til læraraútbúgvingina, og hvørjar umstøður hon hevur. Verandi støða, sum ein partur av Setrinum, er ikki nóg trygg, og útbúgvingin eigur at fáa egið lógar- ella kunngerðargrundarlag og sína egnu játtan.

Tann yrkisrættaði parturin av læraraútbúgvingini er berandi í útbúgvingini, men tíverri er hesin parturin í útbúgvingini viknaður seinnu árini; tí má kunngerðin lýsa hendan partin so greitt, at tað ikki er nakar vegur uttan um yrkisrættaða partin, men kunngerðin nevnir næstan einki um yrkisrættaða partin, og tí má sum tað minsta ein nýggj kunngerð fyri læraraútbúgvingina smíðast, har tann yrkisrættaði parturin er greitt ásettur.

Nýggja kunngerðin ásetir eitt samstarvsráð, har ymsu partarnir, ið varða av útbúgvingini, eru umboðaðir; hetta er ein broyting til tað betra, við at útbúgvingin javnan kann vera viðgjørd á breitt upplýstum grundarlagi.

Eg fegnist um, at læraraútbúgvngin nú verður eftirhugd og ætlandi dagførd, men nýggja kunngerðin røkkur ongum. Vit vóna og rokna við, at hetta bara er byrjanin av arbeiðinum at dagføra læraraútbúgvingina, so at hon hevur egið og nøktandi grundarlag, bæði tá ið talan er um innihaldið og fíggjarligu karmarnar.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.