Tíðindi

Vit eru øll samantvunnin í útbúgvingarskipanini

Setanartala hjá Eyðuni Gaard, stjóra í Námi, tá fyrsta KT-didaktiska visjónsseminar varð sett á Hotel Føroyum í morgun

01.12.2020

Góðu luttakarar frá Uttanríkis- og mentamálaráðnum, Undirvísingarstýrinum, Námi, úrvaldum umboðum fyri fólkaskúlan, Føroya Lærarafelag, KT -varðafelagnum, umboðum fyri miðnámskúlarnar kring landið, Vinnuháskúlanum og Fróðskaparsetri Føroya.

Hjartaliga vælkomin til KT-didaktisku stevnuna í dag.

Eg eri ómetaliga fegin um at síggja, at so nógv fakfólk hava tikið so væl ímóti okkara KT-didaktiska seminari og vilja taka lut í felags samrøðum um KT, undirvísing og læring.

Í fyrireikingararbeiðinum hava vit fingið stuðul frá einum fyrireikingarbólki, ið var settur saman av tveimum umboðum úr fólkaskúlanum, Sjúrði Ravnsfjall og Jóhannesi Mikkelsen, ávíkavist frá Skúlanum á Fløtum og Tofta skúla, frá miðnámi hava luttikið Hans Olivur Joensen og Doris Djurhuus frá Glasi og Miðnámi á Kambsdali og frá Fróðskaparsetrinum Erla Olsen og Martin Simonsen. Hetta var týdningarmikið, so vit frá byrjan fingu rætta kjølfestið úti í umhvørvinum. Fyri okkum hevur tað stóran týdning, at tað eru tit úti í skúlaverkinum, ið koma til orðanna. Annars hevur okkara Tóri Slættalíð samskipað stevnuna saman við Steffen Løfvall, konsulenti. Eg og Gundur Mortensen hava hjálpt til á síðulinjuni.

Hetta verður fyrsta av mongum ferðum, at vit fara at hittast at tosa um KT-didaktikk. Tað skal eg koma nærri inná, tá vit enda í dag.

2020 hevur verið árið, har KT fekk avgerandi týdning fyri, at vit í ávísum tíðarskeiðum kundu hava okkara undirvísing koyrandi á skúlunum. Hetta hevur givið okkum royndir og innlit í, hvat tøknin kann og ikki kann.

Men KT-didaktikk er meira enn bert virtuel koronaundirvísing. KT-didaktikk er væl grundað KT-nýtsla í undirvísingini, at styrkja læringina hjá næminginum og læringina hjá tí lesandi.

Ein lítil fitt søga, ið var at hoyra í barnaútvarpinum, meðan koronaskúlin koyrdi, var, tá tann eini lærarin greiddi frá, hvussu væl tað hevði gingist við fjarundirvísingini. Men tað var ikki fyrr enn triðja dagin, at børnini sóu læraran, tí hon hevði ikki funnið útav at venda fototólinum ímóti sær sjálvari.

Koronatíðarskeiðið vísti okkum í Námi, hvussu skjótt og effektivt vit kunnu laga okkum til broyttar tíðir. Á leiðslustigi hava vit kanska ongantíð verið nærri skúlunum enn umvegis Teams, men hetta eru bert amboð, ið eru góð í fjarstøðu. Tað er inni í flokshølinum, at tann veruliga læringin fer fram, og tí hava vit so ómetaliga nógv brúk fyri tykkum her í dag.

Tey seinastu tvey árini hevur ein breiður skari av fólki frá stovnum, skúlum, Undirvísingarstýrinum, Námi og Uttanríkis- og mentamálarráðið hugt nærri at, hvussu okkara KT-støða í undirvísingarverkinum er, og hvørji øki krevja ábøtur, soleiðis at m.a. eisini trygdarkrøvini verða uppfylt.

Við grundarlagi í einari røð av greiningum, er politisk avgerð tikin um, at mennast skal ein nýggj felags KT-leiðslufyrisitingarskipan til alla skúlaskipanina. Tað vil siga, at tær lokalt útviklaðu leiðslufyrisitingarskiparnirnar (Kervið, Tímaglasið, Próvbókin v.m.) verða útfasaðar, tá nýggja leiðslufyrisitingarskipanin er klár um nøkur ár. Tað serliga við hesum er, at nýggja skipanin kann fyrisita tann neyðuga leiðslufyristingarliga tørvin hjá fólkaskúla, miðnámi, Vinnuháskúlanum og Fróðskaparsetrinum. Aðrir tørvir verða loystir við serligum skipanum. KT-skipanirnar verða mentar av sera dugnaligum føroyskum KT-mennarum, og brúkaraserførðingar frá skúlaskipanini eru við í allari menningartilgongdini.

Avgerð er eisini tikin um, at mennast skal eitt felags trygt og effektivt KT-infrakervi. Ein røð av KT-tekniskum uppgávum, sum í dag krevja nógva og stóra serfrøði, verður savnað í ein skipanarligan felagsskap – tað, vit nevna Skúlanetið. Hetta merkir samstundis, at skúlarnir verða avlastaðir á KT-tekniska økinum, og soleiðis fær KT-vørðurin á skúlanum meira tíð til KT-didaktiskar uppgávur.

Hví hevur tað týdning at nevna hetta í dag ? Jú, vit halda, at tað er týdningarmikið, at hesar skipanir og KT-felagsskapir ikki bert vera allýstir av tekniskum serfrøðingum. Krøv til funktionalitet og nýtslu eiga eisini at vera allýst av undirvísarum og KT-vegleiðarum, tí tað eru lærararnir, ið skulu brúka loysnirnar í gerandisdegnum. Og tí verður tað neyðugt at vera sera ítøkiligur við tí KT-didaktisku vitanini og tilráðingunum. Soleiðis kunna væl formuleraðar KT-didaktiskar visiónir fáa stóran týdning fyri, hvussu tann planlagda KT-verkætlanin fer at mennast víðari.  

Vit eru øll samantvunnin í útbúgvingarskipanini. Næmingar flyta frá fólkaskúlanum yvir í miðnámsskúlaskipanina og frá henni fara næmingar víðari til aðrar hægri útbúgvingar. Og Fróðskaparsetrið gevur okkum í síðsta enda eisini fólkaskúlalærarar og ávísar miðnámsskúlalærarar útaftur í skipanina. So á mangan hátt kunnu vit tosa um flytingar millum skipanirnar og fakliga samvirkan tvørtur um skipanirnar.

Veruleikin er, at fleiri partar av skipanini eru upptiknir av stórt sæð somu didaktisku avbjóðingum. Vit eiga tí at hugsa møguleikan fyri at gera fakligar felagsskapir tvørtur um skúlaskipanirnar og fak. Hetta hava vit kanska ikki verið so góð til fyrr, men hesin dagurin er eitt høvi og ein byrjan til at gera netverk og seta í verk felagsskapir tvørtur um skúlamørk.

Í dag skulu vit bæði viðgera, hvør leikluturin er hjá KT-didaktikkini í útbúgvingarskipanini, og hvønn leiklut hon kann hava í framtíðini. Tí fara vit seinnapartin at festa nakrar visiónir í felag niður á blað. Tóri fer at útdýpa hetta, tá hann gongur gjøgnum dagsins skrá.

Eg síggi fram til ein sera spennandi dag við framløgum, bólkasamrøðum og samskapan av KT-didaktiskum visiónum. Enn einaferð - verið hjartaliga vælkomin øll somul.

Eyðun Gaard, stjóri í Námi.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.