Tíðindi

Vit eiga at umskipa landsroyndirnar

Landsroyndirnar rigga ikki sum eftirmetingaramboð, soleiðis sum tær eru skipaðar, og tí eiga broytingar at verða gjørdar. Tað heldur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.

20.12.2021

Í Danmark eru tey farin undir at endurskoða landsroyndirnar, sum tey nevna Nationale test. Har hava tey nógv drúgvari royndir við at hava landsroyndir, eisini á fleiri floksstigum enn vit gera í Føroyum, og bæði sum kravdar og sjálvbodnar royndir. Endurskoðanin hevur við sær, at tey hava í umbúna at taka lærugreinina náttúru og tøkni burturúr og bara hava royndir í móðurmálinum og støddfrøði. Harumframt verður royndin umskipað soleiðis, at hon er í byrjanini á skúlaárinum í staðin fyri í endanum, og at royndin bara er í grundleggjandi førleikum og ikki í allari námsætlanini.

- Mær dámar væl tankarnar, sum danir gera sær, nú teir eftirmeta landsroyndirnar. Vit hava áður víst á, at vit áttu at flutt landsroyndirnar til fyrst í skúlaárinum; flyta vit tær til tá, so verður royndin meiri ein ávegis eftirmeting, og hon sleppur ikki at stýra sum ein próvtøka, sum hon ger nú. At hava royndirnar síðst í árinum, ger, at vit onkursvegna renna aftan á teimum. Tá fara næmingar, flokkurin og skúlin til próvtøku. Vit fáa einki burtur úr tí. Tíðin verður í alt ov stóran mun brúkt til at gera tað, sum vit vænta, at royndin vil hava okkum til.  

Eins og í Føroyum eru skúlafólk í Danmark heldur ikki so fegin um landsroyndirnar; ein orsøk er, at tey halda ikki, at tað er heppið, at næmingar so ofta eru til roynd, og at royndirnar geva ov lítla meining, tí tær gagna ikki undirvísingini ella næminginum.

- Tá ið næmingar so ofta eru til roynd, stýra tær ov nógv. Kjakið í Danmark, hvørt royndirnar gagna læraranum og næminginum og verða brúktar sum tær eiga sum eftirmetingaramboð, er tað sama sum í Føroyum. Landsroyndirnar rigga ikki sum eitt eftirmetingaramboð. Um landsroyndin skal vera, so er nógv vunnið við at flyta tær til fyrst í skúlaárinum. Tá verður royndin ikki stýrandi fyri undirvísingina sum ein próvtøka; og úrslitið av royndunum kann verða betur brúkt sum ein ávegis eftirmeting. Tá kann lærarin leggja upp fyri tí, sum royndin kann vísa, í undirvísingini. Vísir royndin til dømis, at næmingarnir hava ilt við at rokna brøk, kann lærarin leggja seg serliga eftir tí í undirvísingini. Tá ið royndin er síðst í árinum, kemur úrslitið so seint, at lærarin ikki kann brúka úrslitið til nakað sum helst, tí at summarfrítíðin er um stutta tíð, og eftir summarfrítíðina er útslitið ov gamalt at geva meining fyri næmingin.

Tað eru næmingar í 4. og 6. flokki, sum eru til landsroynd, og royndirnar eru vanliga í apríl-mai. Verða tær fluttar til fyrst í skúlaárinum, so kundu tær verið í august ella september í ávikavist 5. og 7. flokki, heldur Jacob Eli S. Olsen.

- Tað ber eisini til at gera, sum danir ætla at gera, nevniliga at broyta innihaldið í royndini og bara kanna grundleggjandi førleikar, og ikki sum nú fara út í nógvar krókar í ymiskum evnum í allari námsætlanini. Tað hevur nógv størri týdning at kanna, um næmingar hava lært tað grundleggjandi, tað er ein fortreyt fyri at læra meiri, og tí hevði hetta verið ein skilagóð broyting. At kanna við landsroyndini, um summir næmingar skara framúr í ymsum evnum í ymsu lærugreinunum, nýtast vit ikki, tí at tað vita lærararnir og næmingarnir longu; tað hevur størri týdning í eini landsroynd at hava eyguni við tí grundleggjandi, og um allir næmingarnir kunnu vera við og fáa hóskandi avbjóðingar.

At taka náttúru og tøkni burturúr eins og danir ætla at gera, eiga vit eisini at umhugsa, heldur Jacob Eli S. Olsen.

- Tað órógvar náttúru og tøkni at lærugreinin er við í landsroyndini, tí vit gera hesa lærugreinina, sum í sera stóran mun er ætlað sum ein verklig lærugrein, til eina bókliga lærugrein. Hon er ein lærugrein við verkligum arbeiðshættum og leggur upp til fáa mold millum fingrarnar. Tað kann vera skilagott at taka hana úr, men halda vit fast við at hava náttúru og tøkni við og flyta royndirnar til fyrst í árinum, so eigur tað at vera grundleggjandi førleikar, vit savna okkum um at kanna.

Landsroyndirnar eru heimilaðar í fólkaskúlalógini og hava sína reglugerð at halda seg til, og tí skulu broytingar og tillagingar gerast í fólkaskúlalógini og reglugerðini, um landsroyndirnar skulu broytast. Í løtuni er ein arbeiðsbólkur í ferð við at gera tilmæli um broytingar í fólkaskúlalógini.

- Í hesum sambandi eiga vit at viðgera, hví vit hava landsroyndir, og hvat endamálið við teimum er. Tá ið landsroyndirnar komu á sinni, vóru tær eftirlitskendar, ikki sum eitt eftirmetingaramboð, sum vit billa okkum inn, at tær eru. Skulu royndirnar gagna skúlanum, so mugu og eiga vit at broyta tær. Hyggja vit í reglugerðina fyri landsroyndirnar, so eru royndirnar snikkaðar at vera ein kapping, sum skal vísa, hvussu hvørt einstakt barn klárar seg samanborið við miðal í flokkinum, og hvussu hvør flokkur klárar seg í mun til miðal í landinum. Tillaga vit landsroyndirnar til bara at snúgva seg um at eftirmeta grundleggjandi førleikar, sum næmingar eiga at hava ognað sær, so taka vit kappingarelementið úr, og tað haldi eg er ein góð broyting. Men hvat grundleggjandi førleikar eru í hvørji lærugrein, er ikki nóg greitt, so vit mugu hava tað kjakið eisini.

Broytingarnar og tillagingar, ið danir hava í umbúna at gera, ætla teir at brúka eini fimm ár at viðgera og arbeiða við, til teir hava ein lidnan leist fyri sínar landsroyndir. Í Føroyum eiga vit eisini at seta hol á kjakið um, hví vit hava landsroyndir, og í hvønn mun tær kunnu broytast, um vit framhaldandi skulu hava tær, heldur formaðurin í Lærarafelagnum.

- Vit hava eitt gylt høvi, nú arbeiðsbólkur er settur at endurskoða fólkaskúlalógina. Ein politiskur bólkur verður eisini settur at viðgera broytingar í fólkaskúlalógini. Tað er løgtingið, sum hevur samtykt, at vit skulu hava landsroyndir, og tí er tað eisini løgtingið, sum tekur avgerðina, um vit framhaldandi skulu hava tær. Løgtingsfólk eiga at seta seg inn í tær broytingar og tillagingar, sum danir ætla at gera, tí her eru skilagóðar broytingar, sum eisini høvdu gagnað føroyska skúlanum. Mím hugsan er, at vit eiga at flyta royndirnar til at vera fyrst í árinum, lat okkum skerja royndirnar til at snúgva seg um tað grundleggjandi, og so eiga vit at steðga við at brúka úrslitið sum eina kapping millum næmingar, flokkar og skúlar.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.