Tíðindi


Vit arbeiða við Málmenning hvønn dag

Nám hevur nógv tey seinnu árini gjørt eitt miðvíst arbeiði at stuðla undir málmenningina hjá børnum.

6. mars 2018

Tað er altíð gagnligt, at landsstýriskvinnan setir eitt ávíst mál á skrá – í hesum føri málmenning. Hetta gevur okkum undirliggjandi stovnum møguleika at seta sjóneykuna á ávísa evnið saman við politiska myndugleikanum. Sum eg skilji hevur ein ráðstevna/seminar verið á vári í 2017, har hetta átakið bleiv umrøtt, og Nám var við í hesari umrøðu. Tað er tó hend ein leiðslubroyting í Námi, og tí kom kunningin um evnið frá landsstýriskvinnuni nakað tvørt fyri í Námi – tí tað vísir seg at várseminarið ikki hevur fingið nakra rúmd á stovninum, og tí er ikki størri orka sett av í virkseminum til málmenning í 2018. Alt kostar, og hevur ein ikki raðfest tað við ársbyrjan, er trupult at fáa nakað munagott burturúr í inniverandi ári, ið er tilrættalagt frammanundan. Hetta merkir tó ikki, at onki verður gjørt í Námi – langt í frá – vit gera nógv við málmenning hvønn einasta dag.

Nám hevur nógv tey seinnu árini gjørt eitt miðvíst arbeiði at stuðla undir málmenningina hjá børnum. Í 2007 setti Nám ritstjóra at menna útgávur til byrjunarlesing. Samstundis var skipað eitt skipað samstarv við Bókadeildina hjá Føroya Lærarafelag um útgávuna av krabbabókunum. Síðani fyrstu krabbabøkurnar komu út í mai 2008, eru komnar umleið 280 krabbabøkur í sjey ymiskum torleikastigum. Endamálið við krabbabókunum er – at stimbra lesingina hjá barninum, sum:

er í ferð við at læra at lesa
nýliga hevur lært at lesa
hevur ilt við at lesa

og at kveikja lesihugin hjá barninum, sum ikki tímir so væl at lesa. Hesar bøkur hava stuðlað væl undir lesivenjingina hjá byrjanarlesarunum.

Samstundis sum fyrstu krabbabøkurnar komu út, var Nám í samstarvi við Sissal Rasmussen um at gera tilfar til børn undir skúlaaldur. Hetta endaði við útgávuni Omma Blomma – Abbi Krabbi, ið kom út í 2009. Hetta tilfarið bleiv ment sum ein partur av TRAS-tilfarinum, ið Mentamálaráðið eisini var við í. Í 2014 gav Nám út tilfarið málspøl saman við Anniku Høj.

Í samstarv við Nám hava hjúnini Osvald Jacobsen og Gunvør Højgaard ment tilfarið Súlan. Hetta tilfar er sum alt annað, Nám gevur út, bygt á nýggjastu ástøði innan lesing og læring, soleiðis at okkara børn fáa grundstøðið lagt á so fullgóðan hátt sum yvirhøvur gjørligt. Tilfarið hjá Osvaldi og Gunvør er sera væl móttikið av skúlunum. Samstundis sum Nám hevur givið tilfarið út, hava rithøvundarnir saman við Námi eisini havt skeið fyri lærarunum, soleiðis at tilfarið verður nýtt rætt. Tey eru nú komin til tað stigið, at tilfarið og innsatsurin á skúlunum verður eftirmettur – eisini hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við Nám. Skeið verða eisini framhaldandi bjóðað út í Súlu-tilfarinum. Ætlanin er eisini í samband við málmenning at bjóða skeið út til dagstovnaøkið. Hetta kemur at síggjast aftur í skeiðsfaldaranum til skúlaárið 2018/2019.

Nám er eisini við í samstarvi um at gera eina kanning, ið verður almannakunngjørd tíðliga í hesum árinum, um tey tiltøk, ið gjørd vóru eftir fyrstu vánaligu Pisa-kanningina, hava munað. Tá hendan kanningin er komin á borðið, fer eisini at bera til at eftirmeta tiltøkini og út frá hesi eftirmeting at leggja nýggja ætlan fyri arbeiði frameftir. Og júst hetta ætlar Nám at leggja stóran dent á, at vit samstarva við granskarar og tey dugnaligastu fakfólkini innan ymisku økini um at tryggja okkum, at tað vit gera er rætt og í veruleikanum munar. Vit hava nógv dugnalig starvsfólk í Námi, og saman við teimum dugnaligastu starvsfólkunum í fólkaskúlanum og á dagstovnaøkinum, umframt Námsvísindadeildini á Fróskaparsetri Føroya, koma vit heilt sikkurt at lyfta málmenningina í Føroyum longur upp.

Sum sagt ætlar Nám frameftir at hava eitt tættari samstarv við Námsvísindadeildina og fólkaskúlan um málmenning. Ætlanin er at skipa eitt toymi við fólki frá hesum trimum pørtum at leggja til rættis og viðgera málmenningar-spurningar, í fyrstu syftu í fólkaskúlahøpi. Hetta arbeiði byrjar væntandi í heyst. Seinni er møguleiki at útbyggja hetta til børn undir skúlaaldur um tiltakið eydnast.

Á heimasíðuni snar.fo hevur dagstovnaøkið sína serskildu rúmd – vit duga tó at síggja, at hetta økið í snar.fo ikki verður nógv vitjað. Ætlanin hjá Námi við Snar frameftir er, at hann skal gerast meira sjónligur og natúrligur hjá brúkaranum at fara inná eftir nýggjum tilfari, í fystu syftu verður tað eins og nú skúlaøkið, sum verður raðfest. Á dagstovnaøkinum hjá snar.fo liggur ikki nógv tilfar í dag, og hevur hetta ikki verið raðfest. Onkursvegna hevur dagstovnaøkið ikki fingið ta natúrligu rúmd í Námi, sum tað eigur at fáa. Mentamálaráðið hevur lagt upp til nýggjan bygnað, hetta merkir vælsaktans eisini, at Nám skal uppraðfestast og tessvegna eisini økið áðrenn fólkaskúla. Í júst útgivna tilmælinum um at umskipa Mentamálaráðið stendur m.a. at: “Nøkur væl skikkað fakfólk skulu harumframt setast fulla tíð á námsfrøðiliga menningardeplinum og hava sum uppgávu at vera slóðarar og kveikjarar fyri menningina í skúlum og dagstovnum.” Mín vón er tí, at hetta verður uppraðfest í nærmastu framtíð, harvið fær Nám eisini møguleika at ráðgeva dagstovnunum eisini á hesum øki. Tætta tilknýtið, ið ætlanin er at Nám skal hava við Sernám, kemur eisini at bøta um hesa støðu.

Sum tit síggja verður eitt miðvíst arbeiði gjørt við málmenningina í innskúlingini. Nakað hevur verið gjørt til smærru børnini – tó ikki nóg mikið – um vit fáa meira at arbeiða við er møguleiki eisini fyri at raðfesta málmenningina hjá børnum á dagstovni.

Eyðun Gaard er stjóri á Námi.

Skúlablaðið varpar ljós á málmenning í sambandi við, at landsstýriskvinnan við menta- og skúlamálum hevur sett árið at verða ár fyri málmenning hjá børnum.

Les eisini: 

http://www.skulabladid.fo/alney%C3%B0ugt-at-seta-fer%C3%B0-%C3%A1-gransking-%C3%AD-m%C3%A1lmenning

http://www.skulabladid.fo/b%C3%B8rn-eiga-at-hava-atgongd-til-talgilt-tilfar-%C3%A1-f%C3%B8royskum

http://www.skulabladid.fo/mi%C3%B0v%C3%ADs-lesing-%C3%AD-sk%C3%BAlunum-kann-fremja-m%C3%A1lmenningina-hj%C3%A1-b%C3%B8rnum

http://www.skulabladid.fo/m%C3%A1li%C3%B0-er-ein-g%C3%A1va

http://larara.net.dynamicweb-cms.com/Admin/Defaulthttp://www.skulabladid.fo/játtið-pengar-til-”kom-og-les”-átak

http://www.skulabladid.fo/ein-millión-til-málmenning-er-alt-ov-l%C3%ADtið

http://www.skulabladid.fo/málmenning-hjá-børnum-–-eitt-stórt-øki-men-hvat-hevur-størstan-týdning

Mynd: Birgir Kruse


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.