Tíðindi

Virðisgrundarlagið er leiðstjørnan

- Sjálvsagt skal ein skúli virða, at lærarar eru ymiskir, og at teir hava ymiskar royndir, ymiskar hugsjónir og so framvegis, men tá ið talan er um virðisgrundarlagið hjá skúlanum, so verða lærarar noyddir at geva seg undir tað, sigur Regin Marnersson, skúlastjóri

16.09.2021

Fortreyt fyri, at virðisgrundarlagið hjá einum skúla heldur og kennist trygt at standa á, er, at allir lærarar taka undir við tí, taka tað í álvara og virða tað. Lærarar, leiðsla og starvsfólk annars í Skúlanum á Fløtum hava brúkt rúma tíð at seta orð á mið og mál fyri skúlan. Málini eru tað, skúlin stýrir sambært og karmurin um skúladagin. Tá ið Regin Marnersson verður spurdur, um tað er fyri tónleikin, fótbóltin, teldlarnar ella tað fakliga og bókliga, hann vil hava fólk fyrst og fremst seta í samband við Skúlan á Fløtum, so svarar hann: einki av hasum.

- Meiri enn tað vanliga er setningurin, vit arbeiða eftir. Onkur vil avmarka okkum og siga, at vit eru ein teldu- ella teldlaskúli; onkur annar sigur, at vit eru ein fótbóltskúli; onkur triði, at vit eru ein elituskúli. Men ongin av hesum lýsingunum lýsir okkum fyri tað, vit eru. Vit vilja vísa í verki, at okkara næmingar trívast, eisini uttan fyri skúlan, at teir trívast og mennast í felagsskapinum, og at teir hava áræði. Setningar sum við støði í tí einstaka eru púrasta útruddaðir hjá okkum, tí alt tekur støði í felagsskapinum, hóast vit samstundis viðurkenna, at vit eru einstaklingar í felagsskapinum við rættindum og skyldum. Felagsskapurin skal rúma okkum, og vit skulu rúma felagsskapinum.

Skúlastjórin ásannar, at tað kann vera nógv at krevja av teimum, sum vóru í starvi í øðrum av samanløgdu skúlunum undan samanleggingina, og sum skulu venja seg við nýggjar siðvenjur. Hetta er tó ikki ein trupulleiki, hann metir er stórur.

- Vit hava sjálvandi ábyrgdina av teimum, sum longu vóru í starvi og sum halda, at tað er torført at verða umskúlað, eitt nú at leggja um til talgilda undirvísing. Men av teimum, sum eru sett í starv í skúlanum eftir samanleggingina, vænta vit, at tey gera virðisgrundarlagið hjá skúlanum til sítt. Tá ið vit søkja eftir fólki, stendur í lýsingini, at vit ganga út frá, at tey hava sett seg inn í, hvat skúlin stendur fyri, og koma tey til samrøðu, so snýr hon seg fyri ein part um tað. Taka tey ikki undir við tí, vit standa fyri, er Skúlin á Fløtum ikki ein skúli fyri tey. Ein lærari, sum søkir starv í Skúlanum á Fløtum, og heldur, at tað er skeivt at brúka teldur, verður neyvan settur í starv, tí vit fara ikki inn í kjak við hvønn einstakan lærara, um tey taka undir við hesum ella ikki. Hesir lærarar eru til, og onkur teirra søkir eisini til okkara, tað síggja vit á umsóknum til okkara. Summir teirra svørja til, at pappírið er tað einasta rætta at brúka í undirvísing; tað er gaman í, men so er tað ikki í Skúlanum á Fløtum, at hann fær starv. Sjálvsagt skal ein skúli virða, at lærarar eru ymiskir, og at teir hava ymiskar royndir, ymiskar hugsjónir og so framvegis, men tá ið talan er um virðisgrundarlagið hjá skúlanum, so verða lærarar noyddir at geva seg undir tað. Okkara hugsan er, at teldan er eitt arbeiðsamboð á jøvnum føti við talvuna.

Regin Marnersson tekur ikki undir við teimum, sum siga, at tað eru fleiri vansar enn fyrimunir at nýta teldu í undirvísing, og at teldunýtsla gongur eitt nú út yvir handskriftina. Tað er burturvið at tosa um annað ella hitt, heldur hann.

- Næmingarnir eiga at læra eina handskrift, sum er lesilig, og tey skulu kunna lesa handskriftina hjá øðrum, men tey skulu eisini duga blindskrift. Tá ið tað verður sagt, at tú lærir betur tað, tú lesur á pappíri, samanborið við tað, tú lesur á einum skíggja, og at somuleiðis at tú minnist betur tað, tú skrivar á pappír, heldur enn tað, tú skrivar á teldu, so er tað ikki antin ella. Vit noyða ongan at skriva notur á teldu, sum heldur vil skriva á pappír og øvut. Summi notera einki, og tey eru nógv fleiri. Summi hava betur hug at krutla ella tekna, meðan tey lurta eftir einum lærara, og onnur vilja binda. Ert tú á skeiði, situr helvtin av skeiðsluttakarunum og bindur; hesir somu skeiðsluttakarar vilja ikki hava sínar næmingar at binda, meðan teir undirvísa, og tað er margháttligt, haldi eg. Um tú krutlar, teknar ella bindur, meðan tú verður undirvístur, er tað gott fyri heilan, og næmingurin eigur at sleppa tað, sjálvandi innan fyri eitt mark, har tú hevur fyrilit fyri felagsskapinum.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.