Tíðindi

Vinaløg og umsorgan meiri at siga enn pengar, halda børn

Hvat halda børn hevur størst týdning í lívinum? Tað hava tveir svenskir granskarar kannað.

14.05.2021

Fyri ikki so langari tíð síðan vístu granskarar á, at tað er sunt fyri okkum at hava vinir. Tað at vera vinur við onkran, er bæði gott fyri heilsuna, og fyri hvussu eydnusaman, tú kennir teg.

Kanska hava børn í Svøríki kent júst hetta?

Í eini nýggjari kanning eru børn í Svøríki komin til orðanna, og í kanningini siga tey, at eitt tað týdningarmesta fyri tey er vera saman við vinum og familju. Umframt løgdu tey stóran dent á at vera fitt og ikki at happa ella kúga onnur.

Tað er umráðandi fyri børn at hugsa um onnur, at vera fitt og vísa umhugsan fyri øðrum, sigur Jari Ristiniemi.

Hyggja at filmi

Granskararnir, Jari Ristiniemi og Fereshteh Ahmadi, hava staðið fyri eini granskingarverkætlan, har 40 børn í aldrinum seks til níggju ár hava tikið lut. Børnini hava hugt at tveimum filmum: Brøðrunum Leyvuhjarta og Gutten med gullbuksene.

Síðan tosaðu børnini við granskararnar um, hvat tey hugsaðu um lívið og deyðan. Hvat hevur størstan týdning í lívinum, hvat børnini hildu fer at henda, tá ið tey doyggja og so framvegis.

Svarini vístu, at børn halda, at frælsi og rættvísi eru ógvuliga umráðandi. Tey kundu til dømis siga, at øll menniskju eru líka nógv verd, at eingin eigur at vera einsamallur, og at fólk eiga at sleppa at ráða yvir egnum lívi.

Børnini hildu eisini, at tað var gott at gerast eitt sindur rík, men at eingin eigur at vera ov ríkur, tí tá kundi ríkidømið elva til trupulleikar.

Nógv kann henda, tá ið vit doyggja

Filmurin Brøðurnir Leyvuhjarta snýr seg um bæði lív og deyða. Hvat søgdu børnini í kanningini um deyðan?

Her komu nógv ymisk svar.

Summi børn halda, at alt endar, tá ið tú doyrt, meðan onnur halda, at tey koma til eitt annað stað, tá ið lívið steðgar. Kanska eitt stað, har tey kunnu ganda. Summi børn halda eisini, at vit kanska verða fødd av nýggjum sum onnur fólk.

Børn hugsa sjálv

Virði sum vinalag, umsorgan, frælsi og rættvísi eru ógvuliga umráðandi í bæði svenska og norska samfelagnum. Næmingar læra um hesi virðini í skúlanum.

Ristiniemi heldur, at hugburðurin hjá børnunum, sum taka lut í kanningini, er ávirkaður av samfelagnum, familjuni og vinunum. Men børnini hava eisini egnar fatanir.

- Tá ið samanum kemur, so hugsa børn sjálv, og tey hava sjálv hugskot, sigur Ristiniemi.

Vit eiga at góðtaka, at fólk hugsa ymiskt

Granskararnir halda, at tað er umráðandi, at børn eisini hava støð at vera, har eingi vaksin eru, sum fáa tey at hugsa, sum tey vilja. Vit mugu geva teimum pláss fyri individualiteti. Tað snýr seg um at góðtaka, at fólk hava hugskot og tankar sjálv, og at tað eisini skal vera pláss fyri hesum í skúlanum, sigur Ristiniemi.

Tað er annars eisini umráðandi at minnast til, at øll eru ymisk, tá ið tú hyggur nærri at kanningini, sum sviarnir hava gjørt. Tí tað eru bara 40 børn, sum eru við í kanningini. Merkir tað, at granskarar vita, hvat øll børn hugsa?

Absolutt ikki!

Slík gransking er ógvuliga gagnlig, tí hon gevur okkum eina mynd av, hvussu summi børn hugsa. Ofta kann hon eisini geva okkum eina ábending um, at fleiri kanska hugsa líka, men nógv børn hugsa heilt øðrvísi.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.