Tíðindi

Vilja vit, at næmingarnir tíma og trívast í dansktímunum?

Sum komandi dansklærari stúri eg fyri, hvussu tað fer at verða um nøkur ár. Tað hevur verið tosað um at skerja tímarnar í donskum, og tað er mær ein stór gáta.

6. mars 2019

Tá ið ein læraralesandi skal í starvsvenjing, verður aloftast byrjað við at hugsa um, hvat skal verða við í undirvísingini, hvat fyri evni, ein skal hava um, hvat fyri tilfar ein skal brúka og so framvegis. Eitt tað fyrsta ein ger, er at fara í Nám at vita, hvat fyri tilfar er tøkt har. Hjá mær og henni, ið eg var í starvsvenjing saman við, var onki undantak.

Á Námi er alt, ein kann hugsa sær, tá ið tað kemur til undirvísingartilfar, og tað er eisini galdandi í donskum. Nú er tað einaferð soleiðis, at í Føroyum byrja næmingar at hava danskt í 3. flokki. Í 3. flokki fáa næmingar teirra fyrsta fremmandamál, sum teir skulu hava, til teir eru lidnir í 9. Flokki, og lærarin, ið undirvísir, vil sjálvsagt sínar næmingar tað besta og harafturat eisini hava tað besta undirvísingartilfarið, soleiðis at teir kunnu læra og menna tað danska málið. Tað fyrsta, ið eg hugsaði, tá ið eg hugdi ígjøgnum tilfarið, ið er á Námi, var, at har er ógvuliga lítið av nýggjum og nútímans tilfari.

Vit undirvístu í stuttsøgum í starvsvenjingini, og á Námi vóru sera fá stuttsøgusøvn, ið hóskaðu seg til fólkaskúlanæmingar og sum høvdu lutfalsliga nútímans evni, sum vóru áhugaverd. Tá ið vit undirvístu í stuttsøgum, ið vóru gamlar (serliga, tá man einans er 12-13 ár), føldu vit væl á næmingunum, at tá vit bóðu teir lesa stuttsøgur, ið vóru frá 60’unum, megnaðu teir illa at fyrihalda seg til søgurnar.

Ein annar “trupulleiki”, sum vit rendu okkum í í starvsvenjingini, var, at fleiri næmingar høvdu hug til at finna ensk orð í staðin fyri donsk orð. Tað fekk meg at undrast á, um tað er vorðið ov torført at lesa og skilja danskt, sum hevur verið eitt “vanligt” mál í Føroyum í nógv áratíggju, ella um enskt hevur veruliga tikið yvir, og er blivið til tað fyrsta fremmanda málið, og harvið er tað danska málið blivið tað næsta fremmandamálið. Lesa og hoyra næmingar yvirhøvur danskt aðra staðni enn í skúlastovuni í dansktímunum? Um tað er so, so er tað týdningarmikið at hava tilfar, ið hóskar seg til teir ungu næmingarnir, og sum teir halda vera áhugavert. Tað er so at siga tann einasti møguleikin fyri at motivera og fanga áhugan fyri donskum, tí danskt er við at detta niðurfyri, eisini hjá teimum heilt smáu.

Eitt, sum eg eisini havi undrast eitt sindur á, er, at tilfarið, ið næmingarnir hava í donskum, er upprunaliga til danskar næmingar. Tað er danskt tilfar, ið er gjørt til danskar næmingar, ið hava danskt sum móðurmál, og føroyskir næmingar fáa júst tað sama tilfarið. Men føroyingar eru snildir, teir geva bara næmingunum tilfar, sum samsvarar til eitt floksstig undir, so gongur tað nokk. Hví skal tað verða so torført at geva næmingunum tilfar, sum er gjørt til føroyingar, og sum samsvarar til tað floksstig, sum tað eigur?. Tað er ongin loyna, at tað fíggjarliga kemur undir trýst, um tað skal gerast nýtt tilfar, men spurningurin er, vilja vit hava, at næmingarnir tíma og trívast í dansktímunum? Tað rokni eg við, at eg kann svara fyri øll, at tað er eitt rungandi ja. Tí mátti tað ikki verið so torført at fingið meira aktuelt tilfar, soleiðis at áhugin fyri donskum ikki svinnur heilt hjá teimum føroysku næmingunum.

Sum komandi dansklærari stúri eg fyri, hvussu tað fer at verða um nøkur ár. Tað hevur verið tosað um at skerja tímarnar í donskum, og tað er mær ein stór gáta. Danskt er okkara lykil til at skilja og samskifta við onnur Norðurlond, og vit síggja, at kanningar, ið eru gjørdar um norðurlandamál, vísa, at føroyingar liggja framman fyri tey flestu londini, tá tað kemur til at skilja og tosa norðurlendskt, og tað haldi eg, at vit kunnu verða sera errin av. Tí haldi eg, at tað er umráðandi, at vit taka hesi evnini til eftirtektar og hugsa um okkara framtíðar næmingar, sum heilt víst fara at hava stóra gleði av at læra danskt í fólkaskúlanum.

Tekstur: Lis Jacobsen, læraralesandi á Námsvísindadeildini


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.