Tíðindi

Við brotnari tímatalvu fer minni tíð til spillis

Brotin tímatalva, tað sum á donskum eitur, UgeskemaRevolutionen, er ein arbeiðsháttur at skipa undirvísingina soleiðis, at næmingarnir gerast meira motiveraðir, lærarin fær betri tíð til hvønn einstakan næming, og næmingarnir læra at taka ábyrgd. Í Skúlanum á Fløtum arbeiða Ester Poulsen og Sigmund Jógvansson við hesum arbeiðsháttinum

13. februar 2020

Brotin tímatalva verður nýtt burturav í nøkrum skúlum í Føroyum, meðan tað í øðrum førum eru einstakir lærarar, sum av sínum eintingum hava valt at royna tað. Kjarnin í brotnari tímatalvu er, at lærarin ger eitt yvirlit, sum vísir, hvørjar uppgávur skulu gerast hesa vikuna og í hvørjum fakum. Næmingarnir velja síðan sjálvir, nær teir loysa hvørja uppgávu; hava teir hug at rokna, so gera teir tað, og hava teir hug at venja t.d. blindskrift á teldu, so er tað eisini ein møguleiki. Tá uppgávan er loyst, kann næmingurin krossa uppgávuna av og fara í holt við ta næstu.

Lærarin brúkar eina løtu fyrst í hvørjari viku at gjøgnumganga uppgávurnar. Á yvirlitinum eru fyri tað mesta fakligar uppgávur, har tey skulu lesa eina ávísa síðu í enskbókini ella rokna nøkur ávís stykkir, men fyri at skapa motivatión og fjølbroytni eru eisini “vinningar” sum til dømis at spæla partners ella at fara út at renna ein túr.

Yvirlitið er skipað í litir; allar tær hvítu uppgávurnar skulu verða gjørdar, áðrenn vikan er liðug. Síðan eru gráar uppgávur, sum skulu gerast, tá tær hvítu eru lidnar. Til dømis kann uppgávan, sum eitur at spæla Partners vera grá. Hetta merkir, at næmingarnir skulu hava gjørt tær kravdu uppgávurnar fyrst, og tey hava tí ikki møguleika at velja tær stuttligaru uppgávurnar fyrst. Rørsla er tó altíð ein partur av hvítu uppgávunum; vanliga eru tríggjar hvítar og tvær gráar rørsluuppgávur.

- Sum lærarar uppliva vit ofta popput rák, sum teoretikarar koma við. Í eina tíð var Cooperative Learning tað einasta rætta, og Storyline var eisini eitt modernað rák. Tað, sum mær dámar við brotnari tímatalvu, er, at tað ikki er ein teoretiskur undirvísingarháttur men heldur ein praktiskur og ítøkiligur máti at skipa arbeiðið í flokshølinum, sigur Sigmund.

Hann er samdur við Ester, tá hon sigur, at við brotnari tímatalvu fer minni tíð til spillis, tí næmingarnir skulu hvørki bíða eftir lærara ella floksfeløgum, men kunnu bara sjálvir fara í gongd.

- Vit hava eina reglu um, at tá næmingarnir hava tørv á hjálp, skulu teir spyrja í minsta lagi tveir floksfelagar, um teir kunnu hjálpa, áðrenn teir koma til læraran. Fyrimunurin við tí er, at næmingarnir læra eina rúgvu við at hjálpa hvørjum øðrum, og samstundis avlastar tað læraran, soleiðis at hann kann geva sær betri stundir at hjálpa onkrum, sum veruliga hevur tørv á hjálp í teirri løtuni.

Er lærarin upptikin, og næmingurin hevur tørv á hjálp frá læraranum, leggur næmingurin ein kubba á lærarapultin, so lærarin veit, hvønn hann skal fara til næst. So kann næmingurin fara víðari til eina aðra uppgávu úr yvirlitinum, til lærarin er tøkur. Hetta ger eisini, at lærarin ikki kennir, at hann forsømir hinar næmingarnar, tá hann gevur sær tíð at hjálpa einum, sum hevur trupult við onkrum.

Ein annar fyrimunur við brotnari tímatalvu er, at vikartímar eisini effektiviserast. Ofta spyrst lítið burtur úr vikartímum, um vikarurin ikki hevur havt stundir at fyrireikað seg, ella um hann ikki kennir flokkin so væl. Við brotnari tímatalvu vita næmingarnir longu sjálvir, hvat tað er, teir skulu, og kunnu tí fara beint í gongd, tá tímin byrjar. Hetta er ein lætti fyri bæði leiðslu og vikar, tí sannlíkindi eru góð fyri, at nakað spyrst burtur úr tímanum.

Ester kundi hugsað sær, at fleiri lærarar høvdu hug og dirvi at royna at arbeiða við brotnari tímatalvu. Hon sigur, at tað tykist, sum fleiri lærarar eru áhugaðir, men summir hætta sær ikki undir arbeiðið, tí teir meta seg ikki vera nóg væl fyri fakliga at hjálpa næmingum í teimum fakum, teir ikki sjálvir undirvísa í.

- Sum føroysklærari kemur tú helst í ta støðu, at tú mást hjálpa einum næmingi, sum hevur trupult við at loysa eina uppgávu í støddfrøði. Tað mást tú vera til reiðar til, tá tú fert undir at arbeiða við brotnari tímatalvu.
- Eitt boð um, hvussu hesin trupulleikin kundi verið bastur, hevði verið, at lærararnir saman leggja vikuætlanina til rættis og soleiðis tryggja, at allir lærararnir klára at loysa uppgávurnar, sum teir geva næmingunum, leggur Ester afturat.

Brot úr størri grein; les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2019

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.