Tíðindi

Veðurlagsvirðislønin fyri fimtu ferð

Leygardagin verður avdúkað, hvør skúli fær veðurlagsvirðislønina hjá Lærarafelagnum í ár.

18.04.2024

Freistin at søkja um veðurlagsvirðislønina var úti 22. mars, fleiri góðar umsóknir komu inn, og á aðalfundinum hjá Lærarafelagnum leygardagin verður avdúkað, hvør hepni skúlin verður, sum fær veðurlagsvirðislønina hjá Føroya Lærarafelag í ár. Áður hevur Skála skúli fingið virðislønina tvær ferðir, Eysturskúlin í Havn eina ferð og Runavíkar Kommunuskúli eina ferð. Tað eru Føroya Lærarafelag, sum saman við FNU, Føroya Náttúru- og umhvørvisfelag og Betri lata virðislønina. Í ár verður tað landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, sum handar vinnandi skúlanum virðislønina.

Vinnarin av Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags er ein skúli, ið hevur skarað framúr í arbeiðinum at geva børnum og ungum áhuga fyri og innlit í veðurlagsavbjóðingar og loysnir á veðurlagsavbjóðingum.

Allir fólkaskúlar og frískúlar, sum hava virkað fyri burðardygd og arbeitt við veðurlagsavbjóðingum, kunnu søkja um Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags. Tað kann vera allur skúlin, ein deild, ein flokkur ella ein bólkur, ið hevur arbeitt við evninum.

Vinnarin fær eitt heiðursbræv og har aftrat 25.000 krónur. Peningurin skal í mestan mun fara til at arbeiða víðari við burðardyggum loysnum á veðurlagsavbjóðingum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.