Tíðindi

Verða børn í nóg stóran mun hoyrd í okkara samfelagi?

Mikudagin 3. mai skipar Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya fyri seminari um børn, ung og luttøku í samfelagnum

10.04.2017

Verða børn í nóg stóran mun hoyrd í okkara samfelagi? Hava børn og ung nóg góð rættindi at brúka rúmd og pláss? Hvønn týdning hevur pláss fyri virksemið hjá børnum og ungum? Hava børn og ung eina nóg týðiliga rødd í samfelagnum? Hvussu ímynda føroysk ung sær framtíðina? Hvørjar møguleikar og avmarkingar eru í føroyska samfelagum at skapa samleika, sæð gjøgnum eygunum hjá teimum ungu?

Hesar spurningar fara vit at umrøða á seminari, sum Fróðskaparsetur Føroya skipar fyri, har evnið verður børn, ung og luttøka í samfelagnum. Við fýra ymsum uppleggum varpa vit ljós á Føroyar sum stað, ið skapar møguleikar og avmarkingar í samleikaskapanini hjá børnum og ungum. Vit varpa ljós á rættindi, fríheit, rúmd og pláss sum grundleggjandi viðurskifti, ið  ofta eru gloymd, tá ið vit tosa um børn og ung.

Seminarið er ætlað øllum, sum arbeiða við børnum og ungum ella hava ein áhuga í vitan á hesum økinum. Flestu uppleggini eru á enskum máli, men spurningar og viðmerkingar  kunnu setast á føroyskum.

Innleggini hava: Stuart Aitken, PhD, er professari í geografi við San Diego University, USA. Erika Anne Hayfield, PhD, er adjunktur við Fróðskaparsetur Føroya. Firouz Gaini, PhD, er lektari við Fróðskaparsetur Føroya. Djóni J Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata.

Seminarið verður mikudagin 3. mai 2017, kl. 9-12 á Fróðskaparsetur Føroya, Søgu- og samfelagsdeildini (Veghæddin), Jónas Broncks gøta 25, Tórshavn. Tiltakið er ókeypis. Tilmelding er neyðug av tí, at plássini eru avmarkað. Skriva teldupost til erikah@setur fyri at melda til, og upplýsnavn og starvsstað. Nærri upplýsingar um tiltakið kann fáast við at venda sær til Eriku Anne Hayfield (erikah@setur.fo ella á tel 29 25 97).

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.