Tíðindi

Veðurlagsvirðislønin týdningarmikið herðaklapp

Tvær ferðir hevur Skála skúli vunnu Veðurlagsvirðislønina hjá Føroya Lærarafelag. - Virðislønin hevur verið við til at seta ljóskastaran á okkara arbeiði og eggja okkum til at arbeiða enn meira við hesum týdningarmikla arbeiði, sigur Nomi Jacobsen, skúlastjóri í Skála skúla

05.09.2022

Skála skúli gongur undan at gera skúlan umhvørvisvinaligan í øllum liðum. Tvey ár á rað hevur skúlin vunnið Veðurlagsvirðislønina hjá Føroya Lærarafelag, og tað hevur havt stóran týdning.

- Vit vóru sera fegin, tá vit vunnu virðislønina, bæði fyrru og aðru ferð. Tá vit vunnu fyrstu ferð, høvdu vit arbeitt við at gera skúlan til ein grønan skúla í eini tvey ár. Virðislønin var við til at seta ljóskastaran á okkara arbeiði og eggja okkum til at arbeiða enn meira við hesum týdningarmikla arbeiði. Fólk vístu áhuga, spurdu okkum vaksnu og næmingarnar, hvat vit gjørdu, hví vit gjørdu tað, og hetta var sera spennandi fyri okkum, sigur Nomi Jacobsen.

Næmingarnir í skúlanum hava verið við í allari tilgondini, og tað er sera týdningarmikið. Skúlastjórin sigur, at teir altíð hava verið fúsir at fara undir okkurt nýtt.

- Vit byrjaðu í tí smáa við at skilja ruskið inni í skúlanum í pappír og annað rusk. Síðani gjørdu vit eina skipan við matrestum, har hesar so eru blivnar til mold, sum vit so aftur brúka at planta í. Annars hava vit altíð havt nógv ymiskt í gongd, sumt fyri allar flokkarnar, og sumt fyri ávísar flokkar.

Skúlin hevur ikki lagt dent á ástøðina. Heldur hava næmingarnir fingið grundleggjandi vitan so við og við saman við tí praktiska, so at teir kunnu gera tað teir skulu og vita hví.

- Tað er týdningarmikið ikki at leggja ov hart út, tí gera vit tað, er vandi fyri, at alt dettur niðurfyri. Tá okkurt er komið í fasta legu, er tíð at taka næsta stigið. At hava næmingarnar við allatíðina og allastaðni er sera týdningarmikið. Tað skal ein hugburðsbroyting til. Tað tekur meira tíð, tað luktar, tað krevur samskipan, tað krevur at síggja møguleikar og ikki forðingar.

Nomi Jacobsen heldur, at allir skúlar kunnu gera, sum tey hava gjørt á Skála. Tað er bara at byrja í tí smáa.

- Tað ber til at finna sær eitt avmarkað øki fyrst at arbeiða við. Tað kundi t.d. verið, hvussu kunnu vit brúka matrestinar betri í heimkunnleika.
- Vit hava lagt okkum eftir, at tey eldru hava eina ávísa uppgávu fyrst, og so læra tey tey yngru, og soleiðis heldur tað fram. Vit flætta tað inn í lærugreinarnar og royna at fáa næmingarnar at hugsa um umhvørvið, og hvat vit øll kunnu gera. Ikki við hóttanum og ræðusøgum, men at vísa á aðrar møguleikar og hyggja rundan um okkum og brúka okkara fantastisku náttúru á ein skynsaman hátt. Okkara vón er, at tey fara at minnast hetta og taka hesa vitan við sær víðari.

Hvussu sær framtíðin út?

- Vit hava fingið nógv at rigga, men vit hava eisini ætlanir um at gera annað og meiri. Vit skilja rusk, gera sankutøð, rudda rundan um skúlan og í bygdini ein tíma um vikuna og viga ruskið. Næmingarnir passa dunnurnar og hønurnar, rabarburnar, grønmetið og veltuna, og teir taka sær av øllum arbeiðinum rundanum. So seyma vit net úr endurnýtslutoyi til heimini og at selja í handlinum. Vit brúka tálg at gera sápu og krem. Hvørt ár hava vit eina endurnýtslukafé, har allur peningurin fer til Reyða Kross. Í tí sambandi læra tey um, hvussu støðan er úti í heimi í mun til okkara, og hvat vit kunnu gera. Vit ætla at arbeiða meira við ull, lita við plantum og matrestum, seta fleiri berrunnar niður og gera eitt stórt rótakál. Tað er bara hugflogið og hugurin, sum setir mørk.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.