Tíðindi

Veðurlagsvirðislønin fingið samleika

Á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum og Føroya Lærarafelag fært tú alla ta kunning, tær tørvar, um veðurlagsvirðislønina, sum fer av bakkastokki í vár

25. mars 2020

Freistin at senda umsókn til veðurlagsvirðislønina er 20. apríl. Vit vita um skúlar, sum arbeiða við verkætlanum, og sum ætla at senda umsókn inn. Lærarafelagið vónar, at nógvar umsóknir koma. Vinnarin verður kosin á aðalfundinum hjá Lærarafelagnum 2. mai.

Hetta er fyrstu ferð, at Føroya Lærarafelag kjósar skúla, sum arbeiðir til frama fyri veðurlagnum. Kravið til vinnaran er, at hann skarar framúr í arbeiðinum at geva børnum og ungum áhuga fyri og innlit í veðurlagsavbjóðingar og loysnir á veðurlagsavbjóðingum. Allir fólkaskúlar og frískúlar, sum hava virkað fyri burðardygd og arbeitt við veðurlagsavbjóðingum, kunnu søkja um Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags. Tað kann vera allur skúlin, ein deild, ein flokkur ella ein bólkur, ið hevur arbeitt við evninum.

Vinnarin fær eitt heiðursbræv og har afturat 25.000 krónur. Peningurin skal í mestan mun fara til at arbeiða víðari við veðurlagsavbjóðingum.

Samleikan hjá veðurlagsvirðislønini hevur Nudlavirkið gjørt. Tað hevur hóskandi fingið vakran, djúpgrønan lit og er bygt rundan um søguliga búmerkið hjá Lærarafelagnum við jarðarknøttinum settan inní.

Ovast á høgru síðu á heimsíðunum www.skulabladid.fo og www.lararafelag.fo fært tú alla ta kunning, tær tørvar.

http://www.skulabladid.fo/veðurlagsvirðisløn-2


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.