Tíðindi

Veðurlagsvirðislønin útsett

Upprunaliga var freistin at senda umsókn inn til fyrstu veðurlagsvirðislønina hjá Lærarafelagnum mánadagin. Av tí at aðalfundurin hjá Lærarafelagnum er útsettur, er gjørt av at skjóta freistina út til 1. juni.

16. apríl 2020

Freistin at senda umsókn til fyrstu veðurlagsvirðislønina av sínum slag var mánadagin 20. apríl, og vinnararnir skuldu kjósast á aðalfundinum hjá Lærarafelagnum, sum var settur at vera 2. mai, men bæði freist at senda umsókn og at kjósa vinnara eru útsett, orsakað av aðalfundurin er útsettur. Tað er ikki endaliga gjørt av, nær aðalfundurin hjá Lærarafelagnum verður.

Lærarafelagið er kunnað um skúlar, sum hava arbeitt við og arbeiða við at eggja børnum og ungum at arbeiða við veðurlags- og umhvørvisavbjóðingum, og sum ætla at senda umsókn inn. Lærarafelagið vónar, at nógvar umsóknir koma.

Hetta er fyrstu ferð, at Føroya Lærarafelag kjósar skúla, sum arbeiðir til frama fyri veðurlagnum. Kravið til vinnaran er, at hann skarar framúr í arbeiðinum at geva børnum og ungum áhuga fyri og innlit í veðurlagsavbjóðingar og loysnir á veðurlagsavbjóðingum. Allir fólkaskúlar og frískúlar, sum hava virkað fyri burðardygd og arbeitt við veðurlagsavbjóðingum, kunnu søkja um Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags. Tað kann vera allur skúlin, ein deild, ein flokkur ella ein bólkur, ið hevur arbeitt við evninum.

Vinnarin fær eitt heiðursbræv og har afturat 25.000 krónur. Peningurin skal í mestan mun fara til at arbeiða víðari við veðurlagsavbjóðingum.

Samleikan hjá veðurlagsvirðislønini hevur Nudlavirkið gjørt.

Ovast á høgru síðu á heimsíðunum www.skulabladid.fo og www.lararafelag.fo fært tú alla ta kunning, tær tørvar.

http://www.skulabladid.fo/veðurlagsvirðisløn-2

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.