Tíðindi

Vanlig skúlagongd hóast koronasmittu

Almenn fráboðan í sambandi við korona smittuvandan

24.05.2021

Heilsufakligi ráðgevarabólkurin til skúlar og dagstovnar hevur havt fund í sambandi við stóru økingina í smittutalinum hesar seinastu dagarnar.

Neyðug stig eru tikin innan ávísu dagstovnarnar og skúlarnar, sum eru beinleiðis raktir av smittu.

Landslæknin hevur verið í samband við hesi, og tillagingar eru gjørdar í virkseminum.

Skúlar, dagstovnar og frítíðarskúlar hava annars opið í morgin sum vanligt.

Heitt verður á øll um at verða serliga varin og fylgja tilmælum um frástøðu, vaska hendur v.m.. Eisini verður mælt til at halda flokkarnar  atskyldar bæði í undirvísingini og fríkorterunum. Sama er galdandi fyri stovurnar á dagstovnunum. Víst verður samstundis til  vegleiðingarnar, sum fyrr eru sendar út í sambandi við handfaring av koronastøðuni.

Fylgt verður væl við støðuni, og um neyðugt verða fleiri stig tikin so skjótt, sum mett verður, at tørvur er á tí.

Uttanríkis- og mentamálaráðið og Kommunufelagið


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.