Bloggur


Væntandi og vantandi tryggleiki í dreymastarvinum

Guri Tórsdóttir, sum er lærari í Skúlanum á Fløtum, bloggar.

22. februar 2017

Líka síðan avtala varð gjørd um, at eg skuldi skriva nakrar bloggar fyri Skúlablaðið, havi eg við jøvnum millumbilum hugsað um, hvat mín fyrsti bloggur skuldi snúgva seg um. Skuldi eg byrja við tí, sum í løtuni er nógv frammi í skúlahøpi? Skuldi eg skriva tað, sum eg havi mest áhuga fyri? Ella skuldi eg bara skriva eitt sindur um meg sjálva? Tað verður so ein blandingur av øllum, hóast hesin fyrsti bloggur mest fer at snúgva seg um meg og mína egnu støðu júst nú.

Hóast dreymurin um at gerast lærari hevur nógv ár á baki, varð tað ikki fyrr enn í 2010, at eg valdi at fara á læraraskúla. Tað hevði so sínar góðu orsøkir, at tað skuldi bíða so leingi, men sum tíðin leið, gjørdist tað mær meira og meira greitt, at stundin at fara í holt við at útbúgva meg til lærara ikki kom av sær sjálvari – eg mátti sjálv gera rúm fyri henni.

Einsamøll við trimum børnum og einum 3/4 starvi fór eg í holt við fulltíðarlesnað – og tað gekk. Aftaná, eina til tíðir sera strævna tíð, gjørdist eg lærari. Lítið visti eg tó, at lestrartíðin skuldi kennast sum tað trygga í mun til arbeiðsmarknaðin, sum fyrstu tíðina kundi bjóða mær eitt niðursett starv og síðan eitt vikarstarv. Og har eri eg so í dag – í einum vikarstarvi. Nokk av tímum, ikki tað - og eina rúgvu av royndum í nærum øllum lærugreinum líka frá 1. - 9. fl. (her koma míni mongu ár í skipaðum skrivstovustarvi mær tilgóðar, sig so ikki tað). Og eg trívist, men í longdini fer tað tó ikki at vera nøktandi. Hvørki eg ella næmingarnir fáa tað besta og mesta burturúr, hóast vit so við og við koma nærri hvørjum øðrum, og eg sjálv so spakuliga kenni ymisku mannagongdirnar og ætlanirnar í ymiskum lærugreinunum í ymsu flokkunum.

Hvussu útlitini fyri einum tryggum starvi eru, veit eg ikki, men eg eri við gott mót og verður tað ikki her heima, so finni eg neyðuga arbeiðstryggleikan og harvið eisini fíggjarliga tryggleikan aðrastaðni. Tað er ikki pláss fyri at vera bangin fyri at leita sær út um vøkru oyggjar okkara, um enn tað kanska ikki er uttan fyri oyggjarnar, eg ynski at vera! Meini so við, eg valdi føroyskt sum linjulærugrein ...

Og nú eg nevni linjulærugreinar, átti eg kanska at trivið í okkurt, sum er frammi í løtuni, men lat meg bíða við tí. Kanska líka nevna, at eg sjálv vildi ynskt, at eg hevði møguleikan fyri eini triðju linjulærugrein. Um eg haldi, at tað er rætt, at tað skal ganga út yvir ta kreativu breytina, er ein onnur søga. Lat meg siga tað so; tað kreativa hevur líka stóran týdning í skúlahøpi, sum serkunnleiki innan námsfrøðina. Tað kundi eg passandi tikið upp í einum øðrum bloggi. Tað vildi jú verið upplagt, nú eg skrivaði bacheloruppgávu mína í tvørprofessionellum samstarvi millum lærarar og námsfrøðingar.

Júst nú liggur ein rímiliga nýggj verð opin fyri mær, og hóast royndir mínar innan skúlagátt ikki vóru tær stóru, áðrenn eg fór í læraraskúla, er mín vón, at eg restina av mínum arbeiðsárum fái møguleikan at ogna mær royndir og læruríkar upplivingar innan arbeiðsøkið, sum byrjaði sum ein lítil ungdómsdreymur. Livst so spyrst!

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.