Tíðindi

Upptøkukrøvini til læraraútbúgvingina eiga at verða herd

- Tað eigur ikki at vera nóg mikið bara at hava eitt gott miðnámsskúlaprógv ella hóskandi royndir, um tú skalt verða upptikin til læraraútbúgvingina. Ein upptøkuroynd, har m.a. tínir førleikar at samskifta verða mettir, eigur at vera partur av treytunum, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

9. januar 2020

Søkir tú inn á læraraútbúgvingina við einum góðum miðnámsskúlaprógvi, so kanst tú vera rættiliga vísur í at verða tikin inn. Søkir tú gjøgnum kvotu 2, hevur tú góðar møguleikar, um tú hevur hóskandi royndir. Spyrja vit formannin í Føroya Lærarafelag eru upptøkukrøvini til læraraútbúgvingina ikki nóg góð trygd fyri, at tey, sum verða tikin inn og seinni fáa prógv sum lærarar, eru tey røttu. Hann heldur, at upptøkutreytirnar skulu víðkast, so aðrir førleikar enn teir bókligu eru við í metingini, á sama hátt, sum lærustovnar uttanlands gera.

- Fleiri lærustovnar uttanlands, sum útbúgva lærarar, hava upptøkuroynd sum partur av upptøkutreytunum; endamálið er at fáa eitt breiðari grundarlag at meta út frá, soleiðis at tey, sum verða tikin inn, eru tey røttu til lærarayrkið. Sjálvsagt skal tað loysa seg at hava eitt gott miðnámsskúlaprógv, og nógv teirra eru sera væl skikkað at gerast lærari. Tá ið tað er sagt, so mugu vit hava fyri eyga, at lærarayrkið er eitt arbeiði, har tað at standa framman fyri næmingum, foreldrum og øðrum lærarum er ein sera stórur og týðandi partur. Fremsti førleikin hjá einum og hvørjum lærara er at samskifta, og hesin førleikin er líka umráðandi sum at vera væl fyri fakliga; í samskiftinum er persónligheitin ein partur, og persónligheitina kanst tú bara meta um gjøgnum upptøkuroynd, har samrøða er ein partur. Hesin partur eigur eisini at telja við, tá ið støða verður tikin til, hvørji verða tikin inn á læraraútbúgvingina, eisini hóast tú hevur eitt sera gott miðnámsskúlaprógv. Tað er eisini umráðandi, at tey læraralesandi eru væl motiverað at gerast lærari. Samrøða sum upptøkukrav kann avdúka, hvørjar tankar umsøkjarin hevur gjørt sær um henda spurning. Tað er í øllum førum umráðandi fyri fólkaskúlan, at tey evnaríku søkja og tey best skikkaðu verða upptikin á læraraútbúgvingina.

Lutfallið millum kvotu 1 og kvotu 2 er ávikavist 80 og 20 %; hetta eigur at verða eftirmett, soleiðis at tað verða fleiri, sum kunnu verða tikin inn gjøgnum kvotu 2, heldur Jacob Eli S. Olsen. Verður søkt eftir kvotu 2 kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði verða góðtiknar eftir nærri meting.

- Um tað ber til at seta aðrar treytir enn miðnámsskúlaprógv, sum er hægri enn miðal, sum treyt til umsøkjararnar í kvotu 1, veit eg ikki, men eg kundi hugsað mær, at kvota 2 varð víðkað, og at fleiri søktu tann vegin, eisini tey, sum hava supplerað eitt rímiligt miðnámsskúlaprógv. Eg eri sannførdur um, at tað hevði gjørt, at vit í størri mun taka tey inn á útbúgvingina, sum eru best skikkað at undirvísa í fólkaskúlanum. Hesi verða vigað meiri í mun til aðrar førleikar enn teir bókligu, til dømis arbeiðsroyndir, lívsroyndir, motivatión, samskiftisførleikar og so framvegis. Í Danmark hevur onkur lærustovnur upptøkuroyndir, har umsøkjararnir skulu til roynd í ymiskum, sum tekur støði í sjálvum lærarayrkinum; eitt nú verða tey mett eftir, hvussu tey megna at viðgera ein fakligan tekst um undirvísingarlæru, at meta um og greina eina ítøkiliga støðu, sum kann koma í í skúlanum og so framvegis. Tað er eingin vinningur í at taka tey inn á læraraútbúgvingina, sum ikki eru skikkað ella sinnað til lesturin og lærarayrkið. Og tað er heldur einki endamál í sjálvum sær at taka nógv inn, har fleiri fella frá; talið á upptiknum kundi verið minkað, og størri ómakur eigur at verða gjørdur at finna tey røttu.

Verða upptøkukrøvini til læraraútbúgvingina herd, eigur tað samstundis at verða hugt nærri at lærugreinunum, sum umsøkjararnir hava frá miðnámi.

- Vit kundu sagt, at frá 2024 eiga umsøkjararnir at hava B-stig í lærugreinunum í miðnámsskúlapróvnum, sum tey velja sum linjulærugrein á læraraútbúgvingini. Vita tey tað tíðliga, kunnu tey leggja upp fyri hesum, tá ið tey ganga í miðnámsskúla; megna tey ikki tað, eiga møguleikar at vera at uppstiga lærugreinina. Sviar meta, at tvey stig hægri enn undirvísingarstigið, sum tú skal undirvísir í, er hóskandi støðið at byrja linjulesturin. So at linjulesturin kann brúka tíðina til undirvísingarlæru í lærugreinini.

Jacob Eli S. Olsen heldur ikki, at tilgongdin til læraraútbúgvingina verður minni, um upptøkutreytirnar verða herdar.

- Heldur hinvegin verður avleiðingin tann, at vit fáa væl motiveraðar umsøkjarar. Umsøkjararnir fara at vita í góðari tíð, hvørjar treytirnar eru, og so kunnu teir fyrireika seg til tað. Ert tú ikki væl fyri fakliga í lærugreinini, sum tú skalt undirvísa í, er sera trupult at undirvísa í henni. Í fólkaskúlanum og á miðnámi eru góðir lestrarvegleiðarar, sum kunnu vegleiða næmingunum, hvat krevst á læraraútbúgvingini.

Vanliga verða 35 tikin inn á læraraútbúgvingina; í ár søktu 52, 32 gjøgnum kvotu 1 og 20 gjøgnum kvotu 2.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.