Tíðindi

Uppskot at lata fólkaskúlan varðveita játtanina fall

Uppskotið at lata fólkaskúlan varðveita játtanina fall við 14 atkvøðum fyri og 17 ímóti

19.12.2023

Uppskotssetararnir, sum vóru Bárður á Lakjuni og Beinir Johannesen úr Fólkaflokkinum, Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum, og Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum, skutu upp við triðju viðgerð av fíggjarlógini í gjár, at fólkaskúlin skuldi varðveita játtanina.

- Vit meta, at tað var skeivt av meirilutanum í Fíggjarnevndini at skerja játtanina til fólkaskúlan við 500.000 krónum. Fólkaskúlin hevur meir enn nakrantíð tørv á hægri raðfesting, og tað er ikki ein gongd leið at skerja játtanina. Heldur átti fólkaskúlin at verið uppraðfestur munandi. Landsstýrismaðurin hevur fingið eitt fólkaskúlaálit, ið hevur fleiri tilmælir um broytingar í fólkaskúlanum, sum merkja, at tað er neyðugt við einari uppraðfesting av játtanini. At skerja játtanina er ikki ein liður í at uppraðfesta fólkaskúlan, heldur tvørturímóti, søgdu uppskotssetararnir.

Uppskotið fall.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.