Tíðindi

Upprit um átøk at fáa fleiri at lesa handað landsstýriskvinnuni

Fríggjadagin í farnu viku handaðu tær fýra, sum í fyrraári tóku stig til kanning av lesivanunum hjá trimum árgangum í fólkaskúlanum, landsstýriskvinnuni við skúlamálum, Honnu Jensen, upprit um lesiátøk

27.02.2019

Uppritið snýr seg um, hvat kann verða gjørt og sett í verk, soleiðis at børn lesa meiri. Hetta er framhald av lesivanakanningini, sum kom til ta niðurstøðu, at føroysk børn lósu alt ov lítið. Heitið á tilmælinum er “Føroya lesa.”

Í uppritinum eru 12 uppskot um ítøkilig átøk. Teirra millum eru:

* Uppskot um, at bókaútgávan verður økt munandi so at “einhvør lesari fær møguleikar at finna “røttu” bókina.”
* Orka verður sett av til at talgilda tilfar til pallar, sum børn brúka í dag.
* Heiðra barnabókini
* Føroyar lesa 2020.

Alt uppritið kann verða lisið her: https://www.malmenning.fo/2019/02/27/upprit-um-lesiatoek-handa-landsstyriskvinnuni/

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.