Tíðindi

Ungfólk, sum liva við pínu, eru meiri strongd

Norskir granskarar hava kannað nærri, hvørjar royndir ungfólk í Noregi hava av at liva við pínu.

26.11.2021

Pína er ein kompleksur og samansettur trupulleiki, sum kann hava stóra ávirkan á lívið hjá ungfólki. Tað siga granskararnir, sum nýliga hava kannað, hvørjar royndir ungfólk hava gjørt sær av at hava pínu í langa tíð. Kanningin er almannakunngjørd í tíðarritinum Sykepleien Forskning.

Millum 15 og 35 prosent av børnum og ungum hava pínu í long tíðarskeið. Granskararnir hava havt samrøðu við sjey ungfólk um, hvørjar royndir tey hava gjørt sær av at liva við pínu. At hava pínu leingi sær út til at hava nógvar avleiðingar fyri ungfólkini. Avleiðingarnar kunnu vera stór frávera í skúlanum og at siga frítíðarítriv frá sær, trupulleikar av at sova ella vánalig lívsgóðska sum heild.

Strongd av skúlanum

Ungfólkini, sum tóku lut í kanningini, greiddu frá, at tey kenna seg strongd av skúlanum. Tey gingu øll ógvuliga høgt upp í góðar karakterir og at møta væl upp í skúlanum. Tað var umráðandi at vera í skúla fyri at kunna fylgja væl við, men eisini tí, at tey «vildu vera sum øll hini». Onnur teirra fortaldu, at tey royndu at møta upp í skúlanum, hóast tey høvdu nógva pínu.

«Og tá ið eg havi ilt í búkinum, so kann tað vera, at eg ikki … av og til hugsi eg at fara heim, men eg fari ikki, tí eg vil ikki forsøma,» segði ein genta, sum tók lut í kanningini.

Tey flestu ungfólkini halda, at strongdin er ein týðandi orsøk til pínuna.

– Fyri nógv ung kann tað vera soleiðis, at strongdin vísir seg sum likamlig pína, og at pínan eyðkennir pínuna, skriva granskararnir í kanningini.

Ósjónlig

Ungfólkini greiddu frá, at nakað av tí ringasta við at hava ilt alla tíðina, var, at pínan var ósjónlig fyri øll rundan um tey. Flestu teirra tosa ikki um pínuna við vinir sínar. Ofta vita foreldrini heldur ikki av, at børnini pínast. Hetta kann føra til, at ungfólkini ikki fáa ta hjálpina og tann stuðulin teimum tørvar. Pínan kann hava álvarsligar avleiðingar fyri ungfólkini og familjur teirra, bæði nú og seinni, skriva granskararnir. Tað er tí tørvur á meiri gransking um evnið.

– Pína er størsti heilsutrupulleikin

Í eini líknandi kanning frá 2017, almannakunngjørd í tíðarritinum Scandinavian Journal of Pain, hava granskarar havt samrøðu við seks norsk ungfólk um royndir teirra við at hava pínu í langa tíð.

Her funnu granskararnir út av, at pína í longri tíð sær út til at elva til nógv meiri strongd millum ung. Tey høvdu størri trupulleikar við svøvninum og sum heild vóru tey verri hýrd enn onnur ung.

At hava angist settu ungfólkini í samband við pínuna. Tey vóru ørkymlað og ótrygg, nakað sum aftur elvdi til trupulleikar at sova, fráveru í skúlanum, og tey máttu gevast við frítíðarítrivi.

Christopher Sivert Nilsen, granskari í kroniskum sjúkum á fólkaheilsudepli, undirstrikar, at kronisk pína er umráðandi øki, men at hetta fær ov lítlan ans í gransking.

– Pína er størsti heilsutrupulleikin vit hava, og vit vita lítið um pínu hjá børnum og ungum, sigur hann.

Førir til fráveru

Granskararnir, sum hava gjørt kanningina, skriva eisini, at børn og ungfólk, sum liva við pínu í langa tíð, eru í størri vanda at fáa aðrar trupulleikar, so sum tunglyndi og angist. Tað er tí umráðandi at varpa ljós á hetta og fyribyrging.

– Pína í langa tíð førir til fráveru, sigur Nilsen.

Í eini amerikanskari kanning frá 2019 hava granskarar hugt nærri at fráveru hjá ungum, sum hava pínu í langa tíð. Triðihvør av teimum 8.500 luttakarunum søgdu seg hava havt varandi pínu seinasta árið. Hesi vóru oftari burtur frá skúla enn restin.

Sambandið millum fráveru frá skúlanum og pínu í langa tíð vísir, at tørvur er á einum tilboði, sum ger skúladagin lættari at klára hjá teimum, sum liva við pínu, skriva granskararnir í kanningini.

Kelda: forskning.no

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.