Tíðindi

Ung vilja vita meiri um samfelagið

Millum nýggju bøkurnar, sum við skúlaársbyrjan í ár komu frá Námi, er nýggj bók til hádeild í samfelagsfrøði. Heitið er Samfelagið - og vit. Bókin tekur við, har fyrra bókin, Samfelagið - og eg, slepti. Nú er ein bók eftir í røðini; ritstjóri er Sámal Matras Kristiansen

3. januar 2019

- Tað hevur leingi verið tosað um at fáa samfelagsfrøði inn í fólkaskúlan, sigur Sámal, og vísir á, at tað var ein 9. flokkur í Hoyvíkar skúla, sum fann eina praktiska loysn á politiska og fyrisitingarliga spurninginum. Á Ungdómstingi í 2016 legði skúlaflokkurin fram eitt uppskot um at geva pláss á tímatalvuni, so lærugreinin samfelagsfrøði fekk rásarúm millum allar hinar greinarnar.

- Ungdómstingið samtykti uppskotið, og eftir hetta valdi landsstýriskvinnan við mentamálum, Rigmor Dam, at seta lærugreinina á stovn. Stutt hevur verið frá tanka til handling, tí longu í 2016 vórðu pengar játtaðir á fíggjarlógini, námsætlan varð skrivað, og farið varð undir at gera lærubók, sigur Sámal, sum nú sjálvur er ritstjóri á bókini og tilfarinum. Fyrru bókina, Samfelagið - og eg, sum kom í fjør, ritstjórnaði Eyðna Magnussen.

At seta nýggja lærugrein á tímatalvuna, sum longu frammanundan er stúvstappað, er ikki hvørsmansføri. Hvussu ber tað til, at grundgevingarnar fyri hesari lærugrein nú eru komnar so lættliga ígjøgnum og eftir so stuttari tíð, er tað bara gott politiskt handverk?

- Tað hava verið nógvar grundgevingar fyri at stovna lærugreinina samfelagsfrøði í fólkaskúlanum, sigur Sámal, sum sjálvur sat í nevndini, sum gjørdi námsætlanina. - Tann mest afturvendandi grundgevingin, sum oftast hoyrist frá lærarum, er, at næmingarnir halda seg vita ov lítið um samfelagsviðurskifti, sigur Sámal.

- Samfelagið er jú sera komplekst, og nógv ung vita als ikki, hvat vendir upp ella niður í samfelagnum. Tí er tað sjálvsagt, at næmingarnir mugu læra um, hvussu samfelagið er skrúvað saman, og hvørjar skyldur og rættindi tey sjálv hava, sigur Sámal og trívur í kompleksa evnið, samleiki.

- Ung hava nógvar spurningar viðvíkjandi sínum samleika og skulu eisini hugsa tungar tankar um útbúgving og framtíðar arbeiði. Harumframt er tað ein sannroynd, at nógv ung gerast politiskt áhugað í tannárunum. Samanlagt er hetta tí ein góður aldur til slíka undirvísing, er niðurstøðan, tá ritstjórin av nýggju bókini í samfelagsfrøði tekur samanum.

Les alla greinina í Skúlablað nr 5, 2018

Mynd: Árni Øregaard


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.