Tíðindi

Undirvísingartilfarið ikki nøktandi

Joana Dam Johannesen og Gunnvá Ellefsen, ungdómstinglimir, hava lagt uppskot fyri Ungdómstingið, sum heitir á landsstýrið um at eftirmeta og uppstiga undirvísingartilfarið í fólkaskúlanum. - Vit ynskja betri góðsku í innihaldinum í frálærubókunum, tí vit vilja hava røttu vitan. Skúlatilfarið eigur at verða eftirmett eftirhyggjast og síðan uppstigað og gjørt av nýggjum, siga tær.

08.02.2022

Í sambandi við uppskotið, sum Joana Dam Johannesen og Gunnvá Ellefsen, ungdómstinglimir og næmingar í Kollafjarðar skúla, hava lagt fyri Ungdómstingið, hava tær gjørt eina kanning, har tær hava spurt næmingar um undirvísingartilfarið, sum verður brúkt í fólkaskúlanum, serliga tilfarið til lærugreinarnar støddfrøði, alisfrøði, landafrøði, søgu, kristnikunnleika, samfelagsfrøði, lívfrøði og tær málsligu lærugreinarnar, føroyskt, danskt, enskt og týskt.

- Talan er um 11 lærugreinar, ið allar hava sítt ávísa undirvísingartilfar, ið skal læra okkum júst ta lærugreinina. Nú er tað bara soleiðis, at vit kenna tað eins, og vit mangan læra um tað sama aftur og aftur, og tað gera vit eisini. Hendan sannroynd møðir okkum og er við til at taka burtur av okkara áhuga fyri skúlanum.
- Vit hava kannað undirvísingartilfar og samanborið evni og innihald. Í heilt nógvum førum líkist tað, ið ein fakbók vil læra okkum, tí, ið ein onnur fakbók vil læra okkum, men hendan er til eina aðra lærugrein. Landalæra og søga serliga og onkuntíð eisini samfelagsfrøði bera okkum læru, ið er mest sum identisk, men søgd upp á hvør sín hátt. Eisini halda vit, at føroyskt og danskt kundu verið samskipað nógv meira, enn tey eru. Vit sita heima og fyrireika okkum til tað, ið vit skulu hoyra um og arbeiða við í skúlanum, eitt fakið fyri og annað eftur. Trupult er mangan at hugsavna seg til alla dagsins frálæru, tá ið so er. Tí halda vit, at alt undirvísingartilfar átti at verið eftirhugt, og tað, ið kemur tvær og tríggjar ferðir fyri, eigur at verða lúkað frá, soleiðis at færri endurtøkur vórðu.

Tær halda, at tað hevði verið skilabest, um lærugreinir, sum líkjast nógv, verða lagdar saman og eitt nýtt fak, við breiðari vitan, sá dagsins ljós.

- Vit halda ikki, at loysnin liggur í, at vit sum ein meginregla arbeiða tvørfakliga, tí tá kann væl henda, at okkurt, sum námsætlanirnar í dag krevja, gleppur, sum vit skilja tað. Hugsast má eisini um pensum. Tvørfakligt arbeiði er ein góður og gevandi arbeiðsháttur, men tað tykist undarligt, at hvør skúli og hvørt læraratoymi sær skal líka sum “uppfinna djúpa tallerkin” – aftur og aftur.

Tær hava uppskot um, hvussu hetta kann verða gjørt.

- Við at leggja fak saman, kunnu tímar sparast. Hetta hevði verið hart tiltrongd skúlatíð, ið kundi verið nýtt til at gjørt undirvísingina meira spennandi og harvið skúladagin eisini. Við luft í tímatalvuni kundi verið gjørligt at lagt tímatalvuna eftir fakligum áhuga, fingið pláss til listarligu valfakini og meira ítrótt.

Joana Dam Johannesen og Gunnvá Ellefsen sakna at fáa at vita, hví tey skulu læra um tað, ið tey læra.

- Um vit aloftast vistu, hví ávísa evnið er í læruni, so hevði áhugin vaksið fyri fakinum. Tá ið tú veitst, hvat tað er, ið tú lærir og hví, kann tað hugsandi gerast nógv lættari at velja útbúgvingar – og yrkisleið. Um nú hvør frálærubók, og kanska enntá hvør kapittul, fremst hevði eina frágreiðing um tað, ið nú var fyri framman av læru, hevði tað óivað gjørt frálærutilfarið bæði meira áhugavert og atkomuligt. Hetta tí, at næmingarnir høvdu skilt meiningina við hvørjum einstaka faki.

Tað eru ov fáir rørslutímar og listarligu lærugreinirnar hava eisini ov fáar tímar, halda tær.

- Tímar av hesum slagi gera altíð nakað gott fyri okkum, og ikki minst, tá ið flokkar verða blandaðir, tí tá læra vit nakað annað enn fakligheit, nevniliga at virka við ábyrd fyri okkum sjálvum í samanspælinum við onnur. Tað er týdningarmikið, at øll hava tað gott í skúlanum, so øll koma væl hýrd í skúla og fara væl hýrd heim aftur. Skúlin má fevna um allar næmingar, eisini teir, ið ikki eru til tað bókliga, og tí hevði verið gott við fleiri rørslu- og listartímum.

Rørsla og list kunnu fáa betri rúmd við, at skúladagurin verður styttri, so næmingar hava orku og fáa áhuga at velja valfakini, halda tær. Ella kann man brúka ta vikuna av skúlaárinum, ið er tikin úr skúlaárinum. Við at vikan aftur verður við í samlaða árstímatalinum ber til at fáa meira tíð til listarligar tímar og til rørslutímar.

- Vit mugu eisini fáa støðið í PISA upp, tí fáa vit lyft okkum upp á eitt hægri støði á stigatalvuni hjá PISA, kunnu vit tryggja okkum, at næmingar verða betur fyrireikaðir til tíðina fyri framman. Tá ið næmingar eru betur fyrireikaðir uppá framtíðina, er tað nógv lættari at velja útbúgving, ella lívsleið. Hetta kann verða gjørt við, at skúlatilfarið kann hava fleiri uppgávur og verkevni, ið ikki eru bóklig, soleiðis at frálæran fær øll við. Vit kunna hava fleiri spurnakappingar og smærri royndir, líka sum fyri at halda fingurin á pulsinum. Eitt dømi er forritið ella appin, Kahoot, ið liggur á netinum og verður nýtt í skúlum kring allan heimin. Við hesum forriti kanst tú skjótt og lætt gera spurnakappingar við fakligum innihaldi.

Fyri fáa meira tíð til rørslu og list hevði borið til at lagt fleiri fak saman í eitt fak.

- Eftir okkara tykki høvdu tey málsligu fakini hóskað best saman, kanska einamest føroyskt og danskt. Hetta tí, at hesi bæði líkjast meira og meira í innihaldi, so hvørt sum hádeildin nærkast endaligu próvtøkuni. Týskt kundi møguliga eisini verið ein partur. Somuleiðis áttu onnur norðurlensk fak at fingið pláss í málsligu frálæruni í hádeildini, so sum íslendskt, norskt og svenskt. Norðurlensku málini skuldu verið partur av undirvísingini í føroyskum og donskum eitt avmarkað tíðarskeið, sum evni í frálærutilfarinum, kanska bæði í 8. og í 9. flokki.
- Vit ynskja betri góðsku í innihaldinum í frálærubókunum, tí vit vilja hava røttu vitan. Tað, ið vit meina við, er, at skúlatilfarið skal eftirhyggjast og síðan verða uppstigað og gjørt av nýggjum. Heilt nógv av tí, ið fyllir kunningarbøkurnar, kann endurnýtast, tí vit tosa ikki um, at alt skal gerast av nýggjum, men at faktatøl og annað líknandi má dagførast, soleiðis at tilfarið er nútíðarhóskandi og satt. At gera fakini nýmótans – meira áhugaverd ger, at næmingarnir læra skjótari. Tá ið næmingarnir læra skjótari, kunnu tey eisini taka nógv meira ígjøgnum í skúlanum. Og verður meira tikið ígjøgnum í skúlanum, fær man ivaleyst eisini minni heimaarbeiði, ið ger, at næmingarnir ikki blíva líka skúlatroyttir.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.