Tíðindi

Undirvísing í føroyskum sum annaðmál krevur eina heildarætlan

Skulu vit skipa góð tilboð til næmingar, sum tørvar undirvísing í føroyskum sum annaðmál, krevst, at vit gera eina heildarætlan fyri allar skúlarnar. Tað heldur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

10-01-2022

Tað eigur at vera so, at skúlarnir hava eina skipan, tá ið teir fáa ein næming, sum tørvar undirvísing í føroyskum sum annaðmál.

- Hvørja ferð ein skúli fær ein næming, eigur tilboðið at vera klárt. Tað kann væl hugsast, at nakrir skúlar fara at skipa serliga góð tilboð, og at hesir taka ímóti teimum, sum koma. Tað ber í øllum førum til í økjum, har fleiri skúlar eru. Á bygd, har bara ein skúli er, eigur skúlin at fáa umstøðurnar at taka ímóti hesum børnunum. Tað eru fáir skúlar, sum ikki hava næmingar, sum fáa undirvísing í føroyskum sum annaðmál, og nakrir av teimum smærru skúlunum hava hollar royndir; allir skúlar eiga at hava eitt tilboð til hesar næmingarnar at taka til; ein møguleiki er at hava eina skipan við samstarvi millum skúlar. Og tá ið talan er um tilboðið, so eiga vit at hugsa um allar karmar, so sum læraraførleikar, tilfar, høli og annað.

Tað tekur tíð og orku at skipa góð tilboð, heldur formaður Føroya Lærarafelags. Og tað krevur fígging.

- Tá ið talan er um undirvísing í føroyskum sum annaðmál, so er størsta avbjóðingin at finna pengarnar at seta lærarar í starv at undirvísa næmingunum. Harumframt er tað ein stór avbjóðing at skipa góð tilboð til hesar næmingarnar í skúlunum. Kunngerðin um undirvísing í føroyskum sum annaðmál er ein góð byrjan, tí hon sigur okkum, hvørjar karmar vit hava at skipa tilboðið, men enn eru vit komin stutt, tá ið talan er um at gera av, hvat eitt gott tilboð er. Ein týðandi fortreyt er at fáa nógvar útbúnar lærarar í undirvísing í føroyskum sum annaðmál, og at hesi fáa nakrar royndir. Tað allarbesta er, at lærarar, sum fáa útbúgving í føroyskum sum annaðmál, sleppa at undirvísa í hesum stóran part at starvinum. Hava teir ov nógv annað, eru ov nógvar bindingar, sum gera, at annað trokar á, og teir fáa ikki tillagað seg tørvin hjá einstaka næminginum. Føroyskt sum annaðmál er ikki bara at læra tey føroyskt; tað er alt, sum er knýtt at øllum í skúlanum, at kenna føroyska mentan og samfelag, og at gerast ein partur av flokkinum og nærumhvørvinum.

Grannalond okkara hava gjørt sær nakrar royndir, bæði góðar og minni góðar, tá ið talan er um at taka ímóti næmingum, sum eru tilflytarar. Samanbera vit okkara skúla við skúlarnar í Norðurlondum, so heldur formaðurin í Føroya Lærarafelag, at mátin, sum skúlin í Føroyum møtir næmingunum, minnir nógv um mátan í Svøríki.

- Hóast tey í Svøríki ikki bara hava góðar royndir, so gera tey ymiskt gott, eitt nú at taka allar næmingarnar inn í skúlan frá fyrsta degi. Tað merkir, at tey verða tikin inn í samfelagið alt fyri eitt. Í Svøríki gera tey eisini nógv við ikki bara at møta næmingunum, men eisini familjum teirra. Tað hevur so øgiliga stóran týdning at møta foreldrunum, tí vit mugu skilja tey, og tey mugu skilja, hvat fyri væntanir, skúlin hevur til teirra, hvussu mentanin á staðnum er, hvussu skúlin er, hvør leikluturin hjá foreldrum er, tá ið talan er um skúlan og so framvegis.

Undirvísingarstýrið hevur biðið einstøku skúlarnar boða stýrinum frá, hvussu teir skipa undirvísingartilboð í føroyskum sum annaðmál. Jacob Eli S. Olsen heldur, at tað er gott, at stýrið hevur ein virknan leiklut, men tað hevði verið gagnligt, um Undirvísingarstýrið eisini fór út í skúlarnar at fáa sjón fyri søgn, hvat teir gera, heldur enn at biðja um skrivlig skjøl.

- Fara tey út í skúlarnar, kunnu tey síggja og hoyra um, hvat verður gjørt, og tey kunnu seta spurningar til teirra, sum hava tað sum sína uppgávu at hava við hesar næmingarnar at gera. Nógv meiri hevði komið burturúr samanborið við eina skrivliga afturboðan. Lærarar og skúlaleiðslur eru ovbyrjaðar, og tíðin hjá teimum er best nýtt saman við næmingunum, heldur enn at skriva frágreiðingar.

Les alla samrøðuna við Jacob Eli S. Olsen í Skúlablað nr 6, 2021

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.