Um Skúlablaðið

Søgan

“Í felag loysa vit týdningarmiklar spurningar,” segði Jákup av Skarði, blaðstýrari á Skúlablaðnum, sum kom út í 1930 sum royndarnummar. Í ár er Skúlablaðið komið út í 85 ár samanlagt.

Fyrsta royndin at geva út eitt fakblað fyri føroyskar lærarar varð gjørd í 1923. Hetta fyrsta nummarið av Føroya Skúlablað var ógvuliga framsøkið og hevði stórar ætlanir, men lærarar tóku ikki undir við blaðnum. Eftir trý nummur, eitt í 1923 og tvey í 1924, datt útgávan niðurfyri. Johan Kallsoy var blaðstjóri og tann einasti, sum skrivaði í blaðið.

Skúlablaðið - soleiðis sum vit kenna tað í dag - kemur á fyrsta sinni út í desember 1930 sum eitt royndarnummar. Árið eftir - í 1931 í januar - kemur fyrsta regluliga blaðið, og kunngjørt verður í blaðnum, at ætlanin er at hava fýra útgávur um árið. Blaðstjóri er Jákup av Skarði, útgevari er enn sum áður Føroya Lærarafelag, sum tá æt Føroya kennarafelag. Formaður Føroya kennarafelags tá var Mikkjal á Ryggi, lærari í Bø.

Blaðið er komið út síðan, undantikið í 1941 og 1942. Sum skilst í nógvum teimum fyrstu Skúlabløðunum, fingu føroyskir lærarar danska fakblaðið Folkeskolen.

Stevnumiðið fyri blaðið finna við í høvuðsgreinini í royndarblaðnum. Har sigur blaðstýrarin, at felagið vónar, at blaðið kemur at vera til gagns fyri felagið og felagsskapin. Aðalfundur felagsins hevur til tá verið einasta forumið hjá lærarum í Føroyum, og tað er ov lítið, ikki minst tí aðalfundurin er á ólavsøku, og ófriður er á teimum flestu; “tað ræður um at fáa hetta frá hondini sum skjótast,” sum blaðstýrarin tekur til.

Allir lærarar kunnu koma til orðanna í blaðnum, at koma fram við teimum málum, teir halda vera verd at samráðast um. “Blaðið vil av øllum alvi arbeiða fyri, at Føroya kennarar í mentan og kunnleika mugu koma at standa javnsíðis kennarum í grannalondunum,” sigur greinskrivarin.

Blaðstýrarin umrøður stóru uppgávuna, ið liggur á øllum lærarum, og eggjar lærarum til at kunna seg um sálarheimin hjá øllum børnum: “At vera kennari er eitt fjølbroytt starv, tí hann má arbeiða við nógvum børnum, sum hvørt er ein heimur fyri seg. Um ein kennari vil hava fulla nyttu úr arbeiði sínum, so má hann kenna hvønn einstakan av hesum sálarheimunum. Hann má eisini kenna tey kor, hvørt barn hevur livað undir, tí tey hava verið við at skapa sálina. Ein kennari má tí fylgja við læruni um sálina, tí tað er tann einasti vegur, ið kann geva honum tilførslu av vitan um sálarlívið hjá øðrum, og kann kanska vísa honum leiðir, ið eru farbarar hjá honum.”

Blaðið hjá lærarum eigur at binda lærarar saman, “so at vit í felag loysa tílíkar týdningarmiklar spurningar,” sigur Jákup av Skarði í fyrstu grein síni í Skúlablaðnum.

Í 1932 minnir blaðstýrarin lærarar á, at “tað stóð í teirra hondum at gera blaðið til tað amboð, sum skuldi styrkja og menna samanhald læraranna um lívsstarv: uppaling barnanna og ungdómsins”.

Í 1937 kemur bara eitt blað út. Í 1939 hevur Rikard Long tikið við sum blaðstýrari og hann skipar blaðið fram til 1941. Orsøkin til, at blaðið ikki kemur út í 1941 og 1942 skilst á blaðskrivingini lutvíst vera vánalig prentsmiðjuviðurskifti, og at blaðstjórin ger arbeiði sítt fyri lítið og einki. Tá ið blaðið leggur fyri aftur í 1943, er Marius Johannesen blaðstjóri, og saman við øðrum myndar hann blaðið tey næstu 25 árini.

Í 1944 verður í blaðnum kunngjørt, at blaðið kemur út fýra ferðir um árið, og í 1946 sigur Poul E. Petersen í blaðnum, at Skúlablaðið nú var eitt gott blað, “stóð ikki aftanfyri skúlabløð í grannalondum okkara. Blaðstjórarnir hava gjørt og gera eitt stórt arbeiði her, men teir fáa einki fyri ómakin”. Poul E. Petersen leggur fram uppskot á aðalfundinum hjá Lærarafelagnum hetta árið, at blaðstjórarnir verða samsýndir við 300 kr. um árið umframt 20 prosent av lýsingarinntøkunum. Blaðstjórarnir fáa eisini heimild at vaksa um støddina á blaðnum og geva tað út 12 ferðir um árið.

Tilfarið í blaðnum nógv tey fyrstu árini eru frásagnir frá skúlaferðum uttanlands, drúgvar aðalfundafrásagnir, minningarorð, greinir um skúlar og skúlabygging, lærugreinir, lærarar, ið á ein hvønn hátt hava gjørt vart við seg og skúlamál sum heild. Nógv tilfar til skúlabrúks, fyrisagnir, aftursagnir og annað, hevur verið í blaðnum, javnan heilar skúlabøkur. Eisini mállæru- og rættskrivingarreglur eru javnan í blaðnum fyrstu árini. Miðskeiðis í fýratiárunum eru ofta greinir um tannrøkt og heilsurøkt hjá børnum.

Nógv tey fyrstu árini verður kunngjørt, hvør tekur við lærarastørvum her og har, og limalistin er í blaðnum eina ferð um árið. Til dømis verður í síðstu útgávuni í 1946 kunngjørt, at Frk. Vigga Cohr hevur tikið við starvi við realskúlan í Havn og er vorðin limur í felagnum.

Blaðið varðveitir stórt sæð sama leist heilt fram til áttatiárini, tó við skiftandi blaðstjórum. Misjavnt hevur verið, hvussu nógv uppsøkjandi tíðindatilfar um føroyska skúlan og skúlaskap hevur verið í bløðunum. Í áttati- og nítiárunum eru til tíðir fleiri blaðfólk knýtt at blaðnum, hetta sæst aftur í blaðnum við hópin av áhugaverdum greinum og samrøðum.

Í allarfyrstu royndini at geva Skúlablað út í Føroyum í 1923 og aftur í royndarnummarinum í 1930 verður eggjað lærarum at geva sítt íkast til blaðið, tað veri seg viðmerkingar, greinir, annað tilfar og eisini góð hugskot. Nú Skúlablaðið rundar teimum 85 árunum og samstundis fer undir eitt nýtt kapittul í søguni hjá blaðnum, nevniliga tekur eina heimasíðu í nýtslu, skal hetta eisini verða áheitanin frá núverandi blaðstjórn.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.