Tíðindi

Um 730 børn fara í 1. flokk í morgin

Tey eru næstan øll fødd í 2015. Í 2015 vórðu 610 børn fødd í Føroyum. Nú, sjey ár seinni, eru tey 120 fleiri, tí fleiri eru flutt til Føroya. Vøksturin er næstan 20%.

17.08.2022

Sambært fyribils næmingatølum frá Undirvísingarstýrinum 1. februar í ár, er Skúlin á Fløtum skúlin, sum tekur ímóti flestu næmingunum í fyrsta flokki. Har byrja 77 næmingar. Á Skúlatrøð eru næmingarnir 69 í tali. Í 16 skúlum og skúlatilboðum eru færri enn 10 næmingar, sum byrja í fyrsta flokki.

Hetta skúlaárið eru 11 forskúlar við til samans 226 næmingum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.