Stabbamynd greinar

Um 50 børn við øðrum máli enn føroyskum flyta til Føroya um árið

Hyggja vit at hagtølum í hagtalsgrunninum, síggja vit, at tað seinastu 10 árini eru flutt millum 40 og 50 børn og ung í aldrinum 0-19 ár til Føroya um árið. Talan er um fólk, sum eru fødd í londum, har føroyskt ikki er kent.

03.10.2017

Í hagtalsgrunninum síggja vit eisini, hvussu nógvar kvinnur í burðardyggum aldri, sum ikki hava føroyskt sum fyrsta mál, eru fluttar til Føroya. Í alt eru 655 kvinnur í aldrinum 20 til 38 ár fluttar til Føroya seinastu 10 árini úr Evropa annars, Amerika, Afrika og Asia. Tað ber ikki til at siga nakað um teirra málførleika, ella um tær hava børn við sær ella fáa børn. Tó er gongdin, at fleiri og fleiri kvinnur í burðardyggum aldri flyta til Føroya úr londum, har føroyskt ikki er eitt kent mál. Vit kunnu tí rokna við, at hetta tíðarskeiðið eru fleiri og fleiri heim, har føroyskt ikki er einasta mál og kanska heldur ikki altíð fyrsta mál hjá foreldrunum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.