Tíðindi

Týðiligt samband millum sálarligar trupulleikar og einsemi

Hví gerast fleiri og fleiri ungfólk einsamøll? Tveir granskarar hava nøkur boð upp á, hví so er.

22.03.2024

Gerast vit einslig av samfelagnum, sum vit leva í?

Fleiri ung eru einslig enn áður, vísir ein nýggj kanning, sum er gjørd í Noregi. Í kanningini verða úrslit úr trimum kanningum, sum eru gjørdar í Noregi í 24 ár, savnað. Kanningin vísir, at einsemið er vaksið millum ung í tíðarskeiðinum, frá tí at tann fyrsta kanningin var gjørd, 1995-1997, til onnur kanningin var gjørd, 2017-2019. Samstundis hevur tað eisini verið ein vøkstur í sálarligum heilsutrupulleikum hjá ungum sambært øðrum kanningum. Tað er týðiligt samband millum sálarligar heilsutrupulleikar og einsemi, sigur Nayan Deepak Parlikar, sum hevur kannað heilsutrupulleikar millum ung.

– Meiri útsett fyri sosialum trýsti

– Um onkur hevur fingið diagnosuna angist ella tunglyndi, eigur at verða spurt, hvørt tey eisini eru einslig, heldur Nayan Deepak Parlikar, sum er í ferð við at skriva doktararitgerð við Fólkaheilsuinstituttið, NTNU. 

Umleið tvífalt so nógv ung millum 16 og 19 ár kendu seg einslig samanborið við 13-15 ára gomul, sambært kanningini.

– Ungdómstíðin er eyðkend av nógvum likamligum, sálarligum, sosialum og lívfrøðiligum broytingum. Avbjóðingar og einsemi kunnu vísa seg ymiskt. Tað vóru serliga gentur, sum kendu einsemi. Nærum 9 prosent av gentunum kendu til einsemi í fyrstu kanningini, nærum tvífalt so nógvar í aðru kanningini, sigur Parlikar.

Lægri sjálvsvirði og meiri sjálvkritikkur

– Gentur eru í størri vanda at vera fyri sosialum trýsti, sigur Parlikar. 

Tað er vanligari fyri gentur at hava lágt sjálvsvirði, og tað er ein tendensur at vera meiri kritisk, tá ið tú metir um teg sjálva, sigur hon.

Aðrar kanningar hava víst, at gentur siga frá størri trýsti fyri at klára seg væl í skúlanum enn dreingir, sigur Parlikar.

– Hesar kanningarnar vísa, at strongd av skúlaávum hevur samband við einsemi.

Fartelefonnýtsla og sosialir munir

Tvífalt so nógv av teimum spurdu kendu einsemi í 2017-2019 sum í 1995-1997. Vøksturin var frá 5,9 prosent til 10,2 prosent. Talið hevði verið hægri, um granskararnir høvdu tikið tey við, sum kenna til einsemi av og á. Í hesum tølunum eru bara tey, sum ofta kenna seg einslig, tikin við.

Parlikar og starvsfelagarnir vita ikki, hvør orsøkin er til, at so nógv kenna seg einslig, men tey hava nøkur boð. Eitt boð snýr seg um sosialar munir í Noregi.

– Í tíðarskeiðnum, sum vit hava kannað, eru sosialu munirnir øktur, sigur Parlikar. 

Sosioøkonomiskt status hongur saman við, hvussu familjan hevur tað. Er familjustøðan trupul, kann tað føra við sær, at tey ungu verða strongd, og tað ávirkar menningina hjá børnum, sigur hon.

Og so eru snildfonirnar komnar. Tær kunnu gera, at vit tosa minni saman, men Parlikar heldur ikki, at nýtslan av sosialum miðlum bara er negativ.

Summi hava fingið tað betri av snildfonini

Hevur tú vánaliga likamliga ella sálarliga heilsu, ert tú í størri vanda at avbyrgja teg meiri. Tað er minni orka til vinaløg og sosialt virksemi, sigur Parlikar. Millum teirra, sum søgdu seg hava vánaliga sálarheilsu og tey við vánaligari likamligari heilsu, vaks einsemið í tíðarskeiðinum, sum kanningarnar vóru gjørdar – frá 1900-talinum til 2000-talið, men so minkaði einsemið millum teirra við vánaligari sálarheilsu í tíðarskeiðnum 2006-2008 til 2017-2019. Minkingin var úr 32 prosentum til 27 prosent.

- Hesi hava, sum hini í kanningini, brúkt sosialar miðlar meiri við árunum. Kanska hava miðlarnir givið teimum atgongd til sosialar bólkar, sum hava hjálpt teimum at takkla einsemi, sigur Parlikar. 

Thomas Hansen, sálarfrøðingur og granskari á Fólkaheilsuinstituttinum (FHI) hevur eitt annað boð.

Lægri gátt at siga frá vánaligari heilsu?

– Eg hugsi, at bólkurin við teimum, sum siga frá vánaligari sálarheilsu, er broyttur við árunum, sigur Hansen við forskning.no. 

Tað kann vera, at sambandið millum sálarligar líðingar og einsemi er stabilt, men at bólkurin, sum sigur frá hesum líðingunum, í veruleikanum ikki hevur tað so ringt sum áður. Tað kann vera av størri opinleika og lægri gátt, tá ið vit hugsa um, hvat vit halda, at sálarligar líðingar er, sigur Hansen.

Vaksið munandi

Úrslitini í kanningunum koma ikki óvart á Hansen.

– Eg kendi nógv aftur í kanningunum alt fyri eitt, so einki er komið óvart á, sigur hann.

Hann greiðir frá, at henda kanningin er partur av eini størri mynd, sum vit hava kent til í eini tíggju ár.

– Einsemi er økt millum ungfólk og ung vaksin, serliga hjá gentum, og tað hendir um somu tíð, sum vit síggja ein vøkstur, tá ið talan er um sálarligar líðingar. Tað er ikki bara galdandi í Noregi, men í øllum vesturheiminum. Men tað er ringt at vita, um vøksturin er so stórur, sum tølini benda á. Vøksturin kann eisini vera eitt úrslit av, at tað er lættari at tosa um einsemi og sálarligar trupulleikar. Kanska brúka fólk í dag meiri dramatisk orð sum sálarligar líðingar samanborið við fyri nøkrum árum síðan. Helst er tað sama ikki galdandi fyri einsemi.

Sosialir miðlar órógva tíðina at vera einsamallur

Hansen er samdur við granskarunum aftan fyri kanningina, sum siga, at snildfonin hevur ein stóran part av skyldini.

– Snildfonin fer við nógvari tíð, sum fyrr var brúkt til sosial sambond, vinaløg og virksemi, sigur hann.

Haraftrat er lætt at sita leingi og skrolla á telefonini, meðan mann hyggur at, hvat onnur ger. Telefonin kann eisini órógva tíðina, tú ert einsamøll ella einsamallur, sigur hann.

– Vit hava øll brúk fyri tíð at vera fyri okkum sjálv fyri at fáa orku og finna frið.

Hann heldur, at hetta kann verða órógvað av øllum tí, sum hendir á sosialum miðlum. Tað er nógv órógv.

Negativa samanberingin, sum tú gert tær, tí tú samanber teg við onnur, kann gera, at tú heldur, at títt lív er keðiligari enn lívið hjá øllum øðrum – at tú ikki hevur eitt so ríkt og sosialt lív sum onnur rundan um teg. Tá er skjótt, at tú kennir teg uttanfyri og einsligan.

Um kanningina

Kanningin er almannakunngjørd í vísindaliga tíðarritinum BMC Psychiatry. 

Nayan Deepak Parlikar og starvsfelagarnir hava tikið støði í Ung-HUNT-kanningum frá trimum tíðarskeiðum: millum 1995 og 1997, millum 2006 og 2008 og tann síðsta frá 2017 til 2019. Fevnir um 24 ár. 

Millum 8.000 og 9.000 ungfólk tóku lut í hvørjari kanning, býtt á aldursbólkarnar: 13-15 ár og 16-19 ár.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.