Tíðindi

Týdningarmikil útbúgving

Dugir leiðarin ikki at planta fræið millum starvsfólkið, so er lítið vunnið, tí so gongur hann einsamallur. Tá vita vit, at tað ber ikki langt. Andrea á Rípuni, næstforkvinna Føroya Lærarafelags, skrivar

21.02.2020

Leiðslur á skúlabonk. Tað virkar ikki so langt síðan, at hesin setningurin var at hoyra. Tó er so mikið av tíð gingin, at leiðslurnar nú eru lidnar at sita á skúlabonki. Møguleiki er fyri framhaldandi lesnaði, og nøkur eru, ið ætla sær at taka av hesum møguleikanum.

Eg havi javnan skrivað um týdningin av væl útbúnum lærarum. Hetta er sjálvandi eisini galdandi fyri okkara leiðslur. Uppgávurnar, ið verða lagdar á leiðslurnar, eru av eini slíkari tyngd og týdningi, at tað er týdningarmikið við hegni og útbúgving. Útbúgving gevur leiðslunum kunnleika, sum tær saman við sínum førleikum kunnu brúka á skynsaman hátt at leiða skúlin gjøgnum tær avbjóðingar, ið ein skúli altíð fer at hava.

Hin síðan av útbúgving og ábyrgd er væntanir um visjónir, virkishug og smidleika. Hetta eru alt øki, ið koma í spæl, tá leiðarin er í sínum dagliga yrki. Øll, bæði myndugleikar, starvsfólk og foreldur, vænta hetta. Vænta, at leiðarin dugir arbeiði sítt til lítar, og at hann skynsamt kann leiða og menna skúlan.

Fyri at røkka hesum máli er neyðugt við starvsfólkarøkt. Tíbetur er hetta ein partur av útbúgvingini. Av tí at trýstið á læraran er økt, er trýstið á leiðslurnar eisini økt. Leiðslur mugu kenna til teir møguleikar, ið eru, fyri at kunna leiða starvsfólk gjøgnum tær avbjóðingar, ið stundum eru. Tað hevur ongantíð verið týdningarmiklari at duga væl at leiða ein starvsfólkabólk. Hetta kann vera trupult í gerandisdegnum, tí uppgávurnar eru nógvar, men týdningurin av nøgdum starvsfólkum má ikki undirmetast. Starvsfólkini eru tey, ið fáa hjólini at mala.

Visjónir er eitt væl og nógv nýtt orð. Hetta er loysnin til at bera skúlan framá, men ongin visjón kemur á mál uttan starvsfólk og umstøður. Dugir leiðarin ikki at planta fræið millum starvsfólkið, so er lítið vunnið, tí so gongur hann einsamallur. Tá vita vit, at tað ber ikki langt. Leiðarin er tann, ið setir út í kortið og gongur á odda, meðan tað er starvsfólkið, ið førir hesar visjónir út í lívið. Tí er tað týdningarmikið, at leiðarin brúkar nógva tíð upp á starvsfólkini og ongantíð gloymir starvsfólkarøkt. Ein stutt samrøða við jøvnum millumbilum, har starvsfólkini kenna seg hoyrd og vird, er ein gongd leið. Tá kann leiðarin fáa starvsfólkið at gera tað sindrið eyka fyri at fáa alt at ganga upp.

Leiðslan hevur sjálvandi sínar skyldur mótvegis sínum arbeiðsgevara, men her skal havast í huga, at leiðarin er leiðari á sínum skúla og skal røkja tær skyldur sum best, innan ásettu karmar. Hetta merkir, at hann ger tað, sum er best fyri sín skúla, soleiðis at hann fær nøgd starvsfólk, sum so aftur bera so í bandi, at leiðarin fær tann skúlan og tey úrslit, ið hann hevur sett sær í síni visjón.

MMR/Undirvísingarstýrið, leiðslur og lærarar eru partar av eini ketu. Styrkin á ketuni liggur í, at øll liðini eru nóg sterk. Er eitt veikt lið, so gongur ikki. Hetta má havast í huga, tá tað um skúlan ræður. Hetta er ikki ein leikvøllur, har hvør í sínum lagi skal vísa sína styrki fyri tí, ið man heldur er undir sær. Vit kenna øll hesa myndina, tá ein bukkar undir, so skramblar alt. Tað gongur ikki bara at hugsa um mín part, og hvat fái eg burturúr. Skúli er so nógv meiri enn tað.

Eg fari at ynskja hjartaliga til lukku við útbúgvingini skúlanum at gagni.

Sjónarmið í Skúlablað nr 1, 2020, sum júst er komið.

 

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.