Tíðindi

Tørvur á supervisjón í skúlaverkinum

Supervisjón er uppløgd í truplum støðum, tá ið starvsfólk hava verið fyri ógvisligari hending, men eisini í málum, har fleiri starvsfólk eru uppií, og í málum millum starvsfólk og stjóra. Tað heldur Jóhan M. Stenberg, formaður í Skúlaleiðarafelagnum

25.03.2024

Í einum skúla kunnu lærarar og starvsfólk vera fyri ógvisligum hendingum og partur av truplum, persónligum málum. Sum starvsfólkaleiðari skal skúlastjórin royna at hjálpa lærarum, sum koma illa fyri. Skúlastjóri, sum Skúlablaðið hevur havt samrøðu við, sigur, at tað í einum skúlaári kunnu vera nógvir slíkir tilburðir, har skúlastjórin er sálarhirði hjá lærarum; hetta kann tyngja so nógv, at tað gongur út yvir og ávirkar arbeiðsgleðina og arbeiðsorkuna hjá skúlastjóranum. Tørvur er á eini skipan, sum loftar skúlastjórum, tá ið teir eru ovbyrjaðir og strongdir av umstøðunum, heldur skúlastjóri. Formaðurin í Skúlaleiðarafelagnum er samdur.

- Tað er heilt greitt tørvur á supervisjón í skúlaverkinum. Supervisjón er uppløgd í truplum støðum, tá ið starvsfólk hava verið fyri ógvisligari hending, Eftir mínum tykki eigur Undirvísingarstýrið at hava eina skipan við supervisjón, ráðgeving og hjálp, sum lærarar og stjórar kunnu brúka. Mær vitandi ber til at fáa hjálp, tá ið á stendur frá Undirvísingarstýrinum, eitt nú frá løgfrøðinginum í Undirvísingarstýrinum, men hjálpin er ikki nóg nær, tá ið tú hevur brúk fyri henni. Hon er ov tilvildarlig og ikki nóg skipað, og tú veitst ikki, hvat fyri hjálp, tú kanst fáa, ella um tú fært ta røttu hjálpina. Í Skúlaleiðarafelagnum hoyri eg mangan skúlastjórar seta orð á hetta, at vit eiga at arbeiða við at fáa supervisjón, tí mann er rættiliga einsamallur í truplum støðum.

Formaðurin í Skúlaleiðarafelagnum heldur, at skipanin eigur at vera soleiðis háttað, at leiðslur altíð kunnu venda sær til Undirvísingarstýrið við truplum spurningum og málum og fáa ta hjálp og ráðgeving, tørvur er á, um tað so er á sálarfrøðingi ella øðrum, og at hjálpin er innbygd í skúlaverkið. 

Skúlastjóri, sum Skúlablaðið hevur samrøðu við, heldur, at tað eigur at vera ein skipan, har skúlaleiðslan kann leita sær hjálp og vegleiðing frá serkønum uttan at skula søkja um tað, tað er ein hjálp, sum altíð er tøk.

- Lærarar og starvsfólk skúlans annars kunnu koma út fyri ógvisligum hendingum, ágangi, harðskapi ella øðrum, har eg sum skúlastjóri má vera tøk, til reiðar at lurta og hjálpa ella syrgja fyri, at tey fáa ta hjálp, teimum tørvar. Samanlagt í einum skúlaári kunnu fleiri slíkar støður vera, og tað kann vera sálarliga krevjandi og tæra upp á arbeiðsgleðina og orkuna. Spurningur er, hvør sálarhirðin hjá skúlastjóranum er. Bráðfeingis hjálpin til leiðslur eigur at verða lætt at fáa fatur á. Eg ivist onga løtu í, at skúlastjórar gera alt, teir eru mentir at hjálpa starvsfólkum og næmingum, sum eru komin í truplar støður, men kemur leiðslan sjálv út fyri ógvusligum hendingum, eru tað nógvar hurðar, eg skal í gjøgnum, áðrenn eg fái hjálp, sigur Annbritt Toftegaard, skúlastjóri í Skúlanum á Giljanesi.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.