Tíðindi

TØLINI TALA FYRI SEG: vit útbúgva fleiri lærarar enn tað fara frá

Tá metingin hjá ALS eisini samsvarar við tølini hjá Føroya Lærarafelag, mugu tey takast í álvara.

17.09.2019

Tøl hjá Føroya Lærarafelag vísa greitt, at tað hvørt ár eru fleiri nýútbúnir lærarar, ið ikki fáa lærarastarv, og at Námsvísindadeildin útbýr fleiri lærarar, enn tað fara lærarar frá í fólkaskúlanum.

Í Degi og viku mánakvøldið 16. september 2019 segði Erla Olsen, dekanur á Námsvísindadeildini, at hennara fatan er, at tey á Námsvísindadeildini ikki útbúgva lærarar til arbeiðsloysi. Men tølini vísa nakað annað.

Føroya Lærarafelag hevur fylgt væl við gongdini seinastu árini, tá nýútbúnu lærararnir søkja sær starv. Lærarafelagið spyr á hvørjum ári nýútbúnu lærararnar, um teir hava fingið starv, og tølini vísa greitt, at tað hvørt ár eru 6 ella fleiri nýútbúnir lærarar, ið ikki hava fingið nakað lærarastarv, tá komið er út í september mánað.

Í ár fingu 26 lærarar prógv frá Námsvísindadeildini, og 18 teirra høvdu fingið lærarastarv fyrst í september, 8 høvdu sostatt einki starv fingið. Í fjør fingu 28 lærarar prógv, og 11 av teimum høvdu einki lærarastarv, tá komið var út í september. Árini undan hesum var støðan líknandi. So tað eru hvørt ár fleiri nýútbúnir lærarar, ið ikki hava fingið lærarastarv fyrst í september mánaði.

Tað verða útbúnir fleiri lærarar, enn tað fara lærarar frá vegna aldur. Útrokningar hjá Lærarafelagnum frá 2018 vísa, at tað fara í miðal 17 lærarar frá um árið vegna aldur tey næstu 10 árini. Tá 25 lærarar verða útbúnir hvørt ár, so verða 8 lærarar fleiri útbúnir enn tað eru lærarar, ið fara frá. Við hesi gongd verða tað um 10 ár 80 útbúnir lærarar fleiri, enn tað eru lærarar farnir úr starvi í fólkaskúlanum. Og tað má kallast at útbúgva lærarar til arbeiðsloysi.

Talið á lærarum í fólkaskúlanum hevur verið støðugt seinastu 5 árini, og útlit eru ikki fyri, at talið á lærarum við fólkaskúlan fer at vaksa. Tí verða nýggj størv bert tøk í skúlanum í takt við, at lærarar fara frá vegna aldur. So tað er ikki pláss at taka ímóti øllum teimum nýútbúnu lærarunum.

ALS-stjórin, Magni á Deild Olsen, vísti á somu gongd á ársfundinum hjá ALS fyrst í juni 2018. Hann greiddi frá, at tað ikki er samsvar millum tað, sum føroyingar útbúgva seg til, og tað, sum arbeiðsmarknaðinum tørvar. Hann tók fólkaskúlalærarar sum dømi og segði seg vera fullvísan í, at vit útbúgva lærarar til arbeiðsloysi. Ein av høvuðsuppgávunum hjá ALS er júst at fylgja við, hvussu arbeiðsmarknaðurin háttar sær, og tí mugu vit roknað við, at teirra metingar eru eftirfarandi.

Tá metingin hjá ALS eisini samsvarar við tølini hjá Føroya Lærarafelag, mugu tey takast í álvara. Vit kunnu ikki renna undan so greiðum tølum, men vit kunnu velja, hvør gongdin skal vera komandi tíðina.

Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.