Tíðindasavn


02.10.2015 MMR til reiðar við átøkum at basa happing

Tá ið stóra kanningin av happing í fólkaskúlanum varð almannakunngjørd í mai, varð samstundis sagt, at átøk fóru at verða sett í verk, sum skulu hava til endamáls at fyribyrgja og basa happing.

 

Átøkini eru faldari og dagførdar trivnaðarætlanir, evnisdagur í øllum skúlum og ráðstevna fyri allar lærarar um happing. Øll átøkini hava til endamáls at geva íblástur til arbeiðið at skapa trivnað og fyribyrgja og viðgera happingarstøður.

 

Fyri nøkrum árum síðan heitti Mentamálaráðið á allar skúlar um at orða trivnaðarætlanir. Í sambandi við nýggju kanningina heitir Mentamálaráðið á allar skúlar um at dagføra trivnaðarætlanina, at gera hetta í seinasta lagi 12. oktober og at kunngera hetta við at leggja dagførdu trivnaðarætlanina á heimasíðu skúlans. Í trivnaðarætlanini skal verða greitt frá, hvussu skúlin arbeiðir við happing, hvat førleikastovan ger í hesum sambandi og mannagongdir at fyribyrgja og basa happing. Eisini skal kunnast um teir fakpersónar, sum arbeiða við hesum.

 

Mentamálaráðið hevur eisini stungið út í kortið, at allir skúlar skulu arbeiða við evninum happing tann 21. oktober. Henda dagin skulu úrslitini frá kanningini verða umrødd í skúlanum, og arbeiðast skal verða við evninum trivnaður við atliti at sosiala felagsskapinum í flokkinum. Í hesum sambandi er faldari gjørdur, sum er ætlaður lærarum og næmingum at nýta í sambandi við evnisdagin. Við støði í faldaranum er ætlanin, at flokslærarin/toymið tosar við flokkin um kanningina og støðuna í flokkinum. Í faldaranum verður víst á dømi um happing og hugskot til, hvussu happing kann basast, og hvør hevur ábyrgdina. Skúlarnir fáa faldaran í næstum.

 

Mentamálaráðið hevur eisini gjørt av, at skúlarnir skulu eftirmeta átakið t.d. á fyrstkomandi námsfrøðiliga fundi skúlans. Mentamálaráðið vil hava afturmelding frá skúlunum um, hvussu støðan er í einstøku flokkunum og skúlanum sum heild og hugskot til og dømi um, hvussu arbeitt verður við trivnaði og happing. Hetta skal verða gjørt áðrenn 9. november.

 

Skipað verður eisini fyri eini ráðstevnu um happing; ráðstevnan verður í tveimum umførum, tann 12. og 13. november. Øll starvsfólk í fólkaskúlanum skulu á ráðstevnu; fyrra dagin starvsfólk í skúlum í Eysturoy, Norðoyggjum, Vágum og Norðsteymoy og seinna dagin starvsfólk í skúlum í Tórshavnar Kommunu, Sandoynni og Suðuroynni. Á ráðstevnuni verður stóra happingarkanningin løgd fram, niðurstøðurnar og dagførdi hátturin at skilja fyribrigdið happing. Fyrilestrarhaldarar frá eXbus-granskingarbólkinum fara at lýsa nýggjastu granskingina og dømi um átøk, sum hava víst seg í verki at hava fyribyrgt og tálmað happing. Eisini verður tíð sett av til verkstovur, so ítøkilig ætlan kann fyriliggja, hvussu skúlar kunnu arbeiða víðari við trivnaðarátøkum.

   MMR til reiðar við átøkum at basa happing Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.