Tíðindasavn


05.10.2015 Forskúli settur á stovn á Eiði

Stutt fyri summarfrítíðina tók Eiðis kommuna avgerð um at seta forskúla á stovn. Orsøkin til hesa avgerðina var fyrst og fremst tær góðu royndir, ið aðrar kommunur hava gjørt sær við forskúla, sigur Tom Joensen, fyrstilærari í Eiðis skúla.


- Okkara fyrimynd hevur verið forskúlaskipanin í Eystur kommunu. Annars hava flestu kommunur í Eysturoynni forskúla ella forskúlalíknandi skipanir.


- Ein onnur orsøk er, at vit vænta, at forskúlin fer at menna børnini, so hesi eru klárari at byrja í 1. flokki, enn tey kanska hava verið.

 

Undirtøkan hevur verið sera góð. Øll børnini í árganginum ganga í forskúlanum. Tey eru 14 í tali, og ein lærari og ein námsfrøðingur starvast í forskúlanum.

 

Hóast stutt er fráliðið, síðan skúlaárið byrjaði, sigur Tom Joensen, at royndirnar higartil eru sera góðar.
- Foreldur eru komin við positivum afturmeldingum, og børnunum dámar væl at "ganga í skúla".

 

Kapping er í løtuni um navn til forskúlan. Ætlanin er at kunngera navnið 31. oktober, tá Eiðis skúli fer at hátíðarhalda, at 50 ár eru liðin síðani skúlin varð vígdur.

 

Í ár ganga til samans 144 børn í forskúla; komandi ár kemur ein forskúli afturat; tað er forskúlin í nýggja privatskúlanum í Havn, Lítli skúli.

   Forskúli settur á stovn á Eiði Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.