Tíðindasavn


26.09.2015 Næstformaður - og hvat so?

Við hesum verða bestu ynski send Jónleifi Johannesen, nú tú hevur vunnið tær sæti á Løgtingi. Eg ætli mær at lyfta okkurt, tú setti tær fyri og at seta mítt fingramerki á tað, eg meti lærarum okkara tørvar.


Fyri at siga tað sum tað er, eri eg sera fegin um hendan møguleikan at traðka fram í nevndarskipanini í Føroya Lærarafelag. Fyrstu ár míni sum skrivari hava verið lærurík og vóni eg, at næstformanssessurin verður góður vøllur at tryggja lærarum, kt-vørðum og leiðslum góðar arbeiðsumstøður.


Fyrsti setningur mín er: “Skipa vit góðan starvsdag fyri læraran, skipa vit samstundis góðan skúladag fyri næmingin”.


Kann eg í Lærarafelagnum eisini skipa bestu arbeiðsviðurskifti fyri leiðslur og kt-vørðir, so er komið væl á leið.


Vit hava nógvar starvsbólkar í Føroya Lærarafelag, og tíanverri er skjótt, at onkur metir seg at verða settur afturum. Tó er tað heldur so, at eg hugsi vit nýta ávísar arbeiðsbólkar til fokus, fyri at vit síðan kunnu taka aðrar arbeiðsbólkar við.


Týdningarmikið er, at ymsu arbeiðsbólkarnir greiða hinum frá tí, ið til ber at skipa fyri. Tí er alneyðugt, at álitisfólk, undirfeløg og álitisfólk eru í tøttum og opnum samskifti, at vit kunnu læra av hvørjum øðrum.


Vón mín er, at eg – í tøttum samskifti við álitisfólk og lærarar – kann gera mun.

 

Við bestu ynskjum
Jákup av Skarði

   Næstformaður - og hvat so? Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.