Tíðindasavn


23.09.2015 Góð undirvísing

Í Folkeskolen nr. 13, 2015 stendur ein sera áhugverd samrøða við Per Fibæk Laursen, professara í námsfrøði á Universitetinum í Aarhus, ið júst hevur skrivað bókina “Drop ambitionerne – og lav bedre undervisning”. Andrea á Rípuni, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar


Fyrsti setningur er “Lærere, drop den dårlige samvittighed!” Hetta eru sera góð ráð til okkum øll. Kjarnin er, at vit brúka okkara tíð til at hava góða undirvísing og ikki áhaldandi ringa samvitsku um at tað, sum samfelagið krevur av lærarum. Samfelagið krevur alla tíðina og hevur ikki altíð grein í sínum máli. Her verður hugsað um tey krøv, ið politikarar, stovnar, fyritøkur og foreldur seta. Øll sýnast tey at vita, hvat skúlin skal, uttan at hava fakkunnleikan aftan fyri seg.


Góð undirvísing, sambært Per F. Laursen, er, at tað er ein positivur dámur í stovuni, at tað er møguligt at tosa opið um tær villur, sum næmingarnir gera. Lærarin skal fara burtur frá hugsanini at gera egið tilfar allatíðina, men heldur brúka tað tilfarið, sum er skilagott. At vera stinnur til sítt handverk og læra næmingarnar handverkið. Góð undirvísing er at vera aktivur og at kunna lofta ófyrireikaðum støðum. At hava góða sambond við næmingarnar, og vita hvar teir eru.
Lærarin skal velja sær færri undirvísingarevni, men so heldur fara í dýpdina við tí, sum er týdningarmikið. Fevnir lærarin ov vítt, verður læran hjá næmingunum ov grunn.


Hetta eru alt viðkomandi orð fyri okkum lærarar, og minnir nógv um tað, eg havi skrivað fyrr á heimasíðuni.


Sama rákið er í Føroyum sum í Danmark við, at ov nógv skal inn um skúlans gátt, og tí fær lærarin ikki stundir til sína høvuðsuppgávu, nemliga at undirvísa. Hetta inniber sjálvandi ikki, at lærarin bert skal hugsa undirvísing og ikki trivnað, men heldur, at øll starvsfólk skúlans fáa møguleika at hugsavna seg um tey kjarnuevni/virði, ið eru. Okkara kjarnuevni/virði er undirvísing og undirvísing í breiðastu merking.


Per F. Laursen kemur eisini inn á undirvísingardifferentiering, ið allir lærarar kenna alt ov væl. Eftir hansara tykki er torført at náa málinum um undirvísingardifferentiering, tí tað, ið er skrivað um evnið, er so óítøkiligt. Hann hevur ikki eitt greitt svar til trupulleikan, men sigur, at trupulleikin er, at lærarar ikki hava tíð til at arbeiða við veikum næmingum, tí læra teir ikki tað teir skulu, og her er byrjar ein ónd ringrás.


Tað týdningarmesta í skúlanum og undirvísingini er: “godt lærerarbejde”/góð undirvísing.

   Góð undirvísing Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.