Tíðindasavn


22.09.2015 Samgonguskjalið orðað sera yvirskipað

Samgonguskjalið, sum teir tríggir flokkarnir, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, skrivaðu undir 14. September, er orðað sera yvirskipað. Mann fær tó eina kenslu av, at broytingar eru í umbúna. Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar



Um útbúgvingarøkið stendur sera stutt: “Góður skúlaskapur og lívslong læra eru grundin undir einum framkomnum samfelag. Útbúgving og gransking verða tí millum fremstu mál samgongunnar. Førleikarnir at taka lut í fólkaræðinum eiga at verða styrktir frá barnsbeini gjøgnum skúla og útbúgving”.

 

Tað er valla nakar politikari, sum ikki tekur undir við, at góður skúlaskapur og lívslong læra eru grundin undir einum framkomnum samfelag. Tvørtur ímóti hava vit sæð, serliga í londunum rundan um okkum, ein øktan áhuga politiskt at áseta innihald og harvið eisini arbeiðshættir í fólkaskúlanum. Skúlafólk ávara ímóti teimum óhepnu avleiðingum, sum einvís áherðsla á útbúgving sum kappingarparametur, kann hava við sær. Í Pisa-kanningunum viga samanberingar við onnur lond tungt, og Pisa-úrslit, óviðgjørd og uttan nærri greinan, hava fylt nógv í skúlaorðaskiftinum. Tað er sum Pisa-úrslitini eru einasta mátið fyri einum góðum fólkaskúla. Tilvitað ella ótilvitað hava Písa-úrslitini og landsroyndirnar smalkað læruhugtakið. Í grein í seinasta Miðnámsriti sigur Rógvi Thomsen, at  “tað er nógv, ið bendir á, at eitt skifti er á veg frá at leggja høvuðsdentin á innihaldið í læringini til at leggja høvuðsdentin á úrtøkuna av læringini”. Er tað hetta slagið av læring, sum best brynjar komandi ættarlið til tær, av góðum grundum, ókendu avbjóðingarnar, sum koma:)

 

Seinasti setningurin í brotinum omanfyri úr samgonguskjalinum leggur líkasum á annan bógv. Her verður boðað frá, at luttøka í fólkaræðinum er týdningarmikil, og at førleikarnir, at taka lut, eiga at verða styrktir. Her verður róð aftur á aftur ásetingina í fólkaskúlalógini, har tað stendur, at fólkaskúlin “skal búgva næmingarnar til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag”. Alt tættir, sum tey flestu meta týdningarmiklar, men sum eru torførir at máta við teimum amboðum vit enn nýta.

 

Sum sagt er samgonguskjalið orðað yvirskipað. Eitt sindur meira ítøkiligt er fylgiskjalið til samgonguskjalið hinvegin. Her eru nakrar orðingar viðvíkjandi fólkaskúlanum, sum verdar eru at taka upp. Tað fara vit at gera í eini komandi grein.
 

   Samgonguskjalið orðað sera yvirskipað Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.