Tíðindasavn


18.09.2015 Flestu skúlar halda reglurnar

Í Danmark verður eitt vakið eyga hildið við fólkaskúlunum, og hvussu teir megna at halda nýggju reglurnar, sum komu í gildi, tá ið nýskipanin av skúlanum varð sett í verk fyri tveimum árum síðan.

 

Skúladagurin hjá næmingum í Danmark er longdur munandi, men tað er ymiskt, hvussu skúlarnir halda reglurnar um skúladagalongd. Epinion hevur gjørt eina kanning fyri ráðið fyri børn, undirvísing og javnstøðu, hvussu skúlar halda ásetingarnar. Kanningin vísir, at stórur partur av skúlunum megna uppgávuna til fulnar; tó eru tað eisini nógvir, sum ikki liva upp til reglurnar um, hvussu langur skúladagurin skal vera.

 

Sambært kanningini endar undirvísingin í innskúlingini vanliga klokkan 15.00, meðan undirvísingin í miðdeildini vanliga endar áðrenn klokkan 15.30. Stórtsæð øll undirvísing endar klokkan 16.00. Kanningin vísir eisini, at nógvir skúlar enda skúladagin væl fyrr, til dømis enda 75 prosent av flokkunum í miðdeild áðrenn klokkan 14.30. Hesar halda seg ikki til semjuna, sum seinasta stjórnin í Danmark gjørdi á hesum øki; semjan sigur, at miðalskúladagurin hjá næmingum endar umleið klokkan 14 í innskúlingini, klokkan 14.30 í miðdeildini og klokkan 15 í hádeildini.

 

Tað er umráðandi, at skúlarnir hvør í sínum lagi leggja skúladagin til rættis, soleiðis at teir finna eina javnvág millum at børnini skulu læra meiri og eisini hava tíð til ítriv. Hesa javnvágina hava nógvir skúlar funnið, meðan aðrir skúlar skulu gera batar, sigur Ellen Trane Nørby, ráðharri fyri børn, undirvísing og javnstøðu.

 

690 fólkaskúlar, sum hava 1.-9. flokk, í 97 av 98 kommunum í Danmark hava tikið lut í kanningini. Kanningin var gjørd í viku 35 í ár í spurnablaði, sum er fylt út á netinum.

 

Kelda: uvm.dk

   Flestu skúlar halda reglurnar Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.