Tíðindasavn


12.10.2015 Nógvir næmingar duga lítið við teldum

Tað sigur Kjartan Kristiansen, nú fyrrverandi telduvørður í Eysturskúlanum.

 

Kjartan Kristiansen hevur verið lærari í 34 ár, og í septembur gavst hann. Nógvu tey seinastu árini hevur hann verið telduvørður í Eysturskúlanum. Hann sigur, at teir talgilt innføddu næmingarnir tykjast einki vera framman fyri tøkniliga niðursetufólkið, lærararnar.

 

                 - Nei, tað haldi eg ikki. Nógvir næmingar duga lítið við teldum. Heilt lítið. Tað ger meg bilsnan viðhvørt. Serliga genturnar duga illa. Tær eru ikki so vanar at brúka teldu sum amboð at skriva við til dømis. Tær spyrja m.a., hvar mann skal goyma ymist. Duga tær at goyma, vita tær kanska ikki, hvar tað fer. Jú, tað eru trupulleikar viðhvørt. Summir næmingar eru als ikki dugnaligir á telduøkinum. Yvirhøvur ikki. Men onnur, sum duga ómetaliga væl, sløðast ímillum, sigur hann.

 

Tað rár hending, at telduvørðir verða útbúnir, eftirútbúnir ella sendir á skeið. Ímeðan fer KT-menningin við risagleivum fram á leið. Vit spyrja, um tað tognar millum telduvørðirnar og nútíðina.

                 - Ja, tað má mann rokna við. Telduvørðirnir verða eitt sindur afturúrsigldir, vissi teir ikki sjálvir halda seg ajour. Eg veit ikki, um eg eri nóg dagførdur. Men tú kanst lesa teg til nógv á netinum. Eg eri dottin um okkurt viðhvørt. Men tað er meira tilvildarligt. Eg hevði viljað, at tað var meira skipað, sigur Kjartan, sum eisini heldur, at onnur eiga at verða dagførd.

                 - Tað haltar meira hjá tí vanliga læraranum. Nógvir teirra eru slett ikki við. Men tað er tíbetur batnandi. Yngri lærararnir eru, frægari eru teir, sigur Kjartan.

 

Lesið samrøðu við Kjartan Kristiansen í Skúlablað nr 5, 2015.

   Nógvir næmingar duga lítið við teldum Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.