Tíðindasavn


15.09.2015 Hvørjar lunnar leggur samgongan undir fólkaskúlan hetta valskeiðið?

Nógv verður lovað upp undir val, og ymiskt er, hvussu gjølla flokkarnir greiða frá hugsanunum um framtíðar føroyska fólkaskúlan. Serliga spennandi verður í hvønn mun politikararnir minnast aftur á lovorð og gera sítt til at skapa bestu fortreytirnar.


Øll hava sína hugsan um skúlan. Onkur hellir til at leggja alt saman í eina eind, og onnur at býta út í kommunalar partar. Onkur lesur tølini, at fólkaskúlin hevur fingið hækkandi játtan, onnur at talan bert er um at mótrokna lønarkarmin.

 

Eg eri sannførdur um, at besti fólkaskúlin fæst úr eini sterkari skipan – við eini væl mannaðari fólkaskúladeild í Mentamálaráðnum!

 

Skulu menningarætlanir røkka næminginum:) Skulu fortreytir vera, at næmingur, foreldur, lærari og leiðsla samstarva um næmingalagaða undirvísing:) Skulu vit trívast í skúlanum og harvið hava góða tilgongd til undirvísing, frálæru, samstarv og menning:)

 

Mær dámar væl royndir og testir av ymsum slag – hugsi, at vit í skúlanum altíð “testa” og eftirmeta næmingin fleiri ferðir hvønn skúladag. Men tá ið talan er um landsroyndir, sum tær higartil eru skipaðar, seti eg spurnartekin við ætlan og úrtøku.

 

Mín vón er, at politisku flokkarnir leggja góðar og sterkar lunnar undir fólkaskúlan. Tí seti eg mítt álit á, at mentamálaráðharrin hevur hetta í huga:

 

Skipa eina sterka fólkaskúladeild: Mannað við í hvussu er sjey starvsfólkum, ið hava kunnleika og alsk til fólkaskúlan.

Ein sterkur fólkaskúli: Legg ikki skúlan út til kommunurnar!

Samstarv: Týdningarmikið er, at MMR, FMR og FL javnan hittast at samskifta um møguleikarnar at skipa besta skúlan.

Skúlaleiðarafundir: Við tveimum árligum skúlaleiðarafundum kunnu ætlanir leggjast fram samstundis sum MMR eisini kann fáa aftursvar á staðnum.

Samanleggingar uttan sparingar: Lat skúlarnar samstarva, uttan tó at missa tímar til ymisk tiltøk. Lat skúlan nýta “leysu tímarnar” til tiltøk, ið røkka næmingunum.

 

Góðar lønarkarmar: Lærarar og leiðslur eiga at fáa trivaliga lønarhækking. Tað skal ikki roknast út eftir yvirtíð, um lærarin hevur ráð at liva.

 

Góð arbeiðsviðurskifti: Lat læraran eiga egintíðina og lat leiðslurnar skipa arbeiðið í skúlanum. Næmingurin trívist og lærir, tá ið lærarin trívist!

 

 

Samstundis, sum øll hava sína hugsan um skúlan, vísir tað seg onkuntíð, at hesar hugsanir byggja á egnar royndir frá barnaskúlanum. Tíbetur broytist skúlin nógv, og tí er alneyðugt at hugburðurin til skúlan byggir á tey tiltøk, galdandi eru í skúlanum í dag.

 

Við ynskjum um góðan og livandi skúla!

Jákup av Skarði

   Hvørjar lunnar leggur samgongan undir fólkaskúlan hetta valskeiðið? Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.