Tíðindasavn


14.09.2015 Samgonguskjalið um skúla og mentan

Í samgonguskjalinum verður sagt, at góður skúlaskapur og lívlong læra eru grundin undir einum framkomnum samfelag. Útbúgving og gransking verða tí millum fremstu mál samgongunnar. Førleikarnir at taka lut í fólkaræðinum eiga at verða styrktir frá barnsbeini gjøgnum skúla og útbúgving.


Mentan og list skapa okkum sum menniskju og samfelag, og kreativitetur er ein grundleggjandi framdráttarmegi. Mentanarpolitikkur skal tí setast høgt í politiska arbeiðinum.

 

Í fylgiskjalinum til samgonguskjalið verður útgreinað nærri, hvat henda samgongan fer at raðfesta á skúla-, dagstovna- og mentanarøkinum. Har verður sagt, at miðvís og skipað førleikamenning og eftirútbúgving av leiðslum, lærarum og námsfrøðingum verða settar í verk, og einstøku stovnarnir fáa størri sjálvræði.

 

Samgongan tekur trupulleikar við trivnaði og happing á dagstovnum, í fólkaskúla og á miðnámi í størsta álvara og setir tiltøk í verk á hesum øki.

 

Samgongan vil menna dagstovnaøkið og geva tí uppiborna rúmd og tign við tí endamáli, at meira tíð verður til námsfrøðiligt virksemi, at skapa trivnað og málsliga menning. Námsfrøðilig gransking verður styrkt, og eftirmetingar í skúlaverkinum verða endurskoðaðar. Dagstovnaráðið skal fáast at virka.

 

Fólkaskúlin skal geva øllum børnum hóskandi avbjóðingar. Skúlarnir kring landið verða skipaðir í hóskiligar samstarvseindir. Leysgivnir tímar skulu nýtast á skúlaøkinum, og serútbúgvin starvsfólk skulu hava betri sømdir at brúka sínar førleikar.
Sernámsøkið skal knýtast enn tættari at gerandisdegnum hjá næminginum, og meginreglan er, at faklærd fólk røkja økið.

 

Samgongan vil styrkja framleiðslu av fjølbroyttum og tíðarhóskandi frálærutilfari á føroyskum til allar aldursbólkar. Føroyskt mál innan samskiftistøknina skal vera partur av hesum arbeiði.

 

Í samráði við fakfólkið á skúlaøkinum eigur fólkaskúlin at verða endurskoðaður bygnaðarliga, viðvíkjandi lærugreinasamanseting og skipan av skúlaári. Førleikarnir at skilja og luttaka í fólkaræðinum eiga at verða styrktir frá barnsbeini.

 

Samgongan vil menna lestrarvegleiðing og stovna skipan, ið skal byggja brúgv millum fólkaskúlan og miðnám kring alt landið.
 

Í morgin fyrrapartin fáa vit at vita, hvør fer at umsita skúla- og mentamál.

 

   Samgonguskjalið um skúla og mentan Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.