Tíðindi

Tíðaravmarkað starv – hevur tú sent umsókn aftur í ár?

Tað ringasta, sum kann henda, er, at ein góður lærari aftan á eitt, tvey ella trý ár ikki verður settur aftur í starv, tí næmingatalið á skúlanum lækkar eitt ávíst ár. Birna Gaard, einalærari í Fámjin, skrivar

02.10.2020

Hevur tú sæð starvslýsingina? Hvussu nógv størv eru í ár? Er nakað fast starv? Hevur tú søkt? Hvør stendur fyri túri? Hvussu man leiðslan raðfesta, um tað ikki eru nokk av størvum í ár?

Á hvørjum ári, tá várið stríðist fyri at fáa lýkku og gróður í okkara góðu jørð, byrjar prátið á lærarastovunum kring landið um hetta ótíðarhóskandi og óskiljandi fyribrigdið, sum kallast ”tíðaravmarkað starv sum lærari”.

Lærarar, sum eru í tíðaravmarkaðum starvi, byrja at stúra fyri framtíðini, um teir verða settir aftur, ella skulu søkja arbeiði á øðrum skúlum. Flestu av okkum, sum hava fingið fast starv síðstu 20 árini, kenna okkum aftur og hava ampa av støðuni hjá teimum tíðaravmarkaðu, samstundis sum vit, við ringari samvitsku, prísa okkum lukkulig fyri, at vit eru komin úr støðuni og kenna okkum trygg í starvinum.

Tey lesandi á Námsvísindadeildini stríðast eisini við at gera seg liðug við útbúgvingina og gleða seg til at sleppa út at virka sum lærarar. Tey eru full av orku og góðum intentiónum – skriva og senda umsóknir til øll tey lærarastørvini, sum eftir starvslýsingunum at døma eru leys at søkja. Lítið vita tey, at í flestu førum er lærari longu í hesum tíðaravmarkaða starvi, og at tey sjálv um eitt ár ella so aftur skulu skriva umsókn og søkja, fleiri teirra trý til fimm ár á rað, áðrenn tey kunnu teljast millum okkum hepnu við føstum starvi. Veit heilt illa til, so eru dømi um lærarar, sum hava søkt sítt egna starv upp í átta ár á rað.

Flestu aðrir starvsbólkar eru farnir burtur frá tíðaravmarkaðum og áramálssettum størvum, m.a. tí tað tekur bæði tíð og orku at seta seg inn í eitt starv. Hetta er eisini galdandi fyri okkum lærarar, har relatiónsarbeiðið er av størsta týdningi. 

Fólk eru ymisk, og tað eru vit lærarar eisini. Øll taka ikki ótryggleikan við tíðaravmarkaða starvinum eins tungt, men tað kann hava avleiðingar fyri summar lærarar. Tað ringasta, sum kann henda, er, at ein góður lærari aftan á eitt, tvey ella trý ár ikki verður settur aftur í starv, tí næmingatalið á skúlanum lækkar eitt ávíst ár. Tá lærari fer úr starvinum vegna vantandi tímajáttan, missir skúlin ta vitan og tær royndir, sum annars høvdu komið næmingum og skúlanum til góðar. Fyri ikki at tala um, hvat tað ger við eitt menniskja at verða vrakað á henda hátt.

Skúlaleiðslur siga seg ikki kunna gera nakað við støðuna, tí tað er talið av innskrivaðum næmingum til skúlan og tímajáttanin frá Undirvísingarstýrinum, sum ger av, hvussu nógv lærarastørv skulu vera á einstaka skúlanum. Tað er eisini ført fram, at Lærarafelagið eigur at seta málið á skrá til sáttmálasamráðingar fyri at fáa betri setanarviðurskifti til sínar limir.

Fólkatalið í Føroyum veksur. Talið á næmingum við serligum tørvi veksur. Ongin ivi er um, at tað er brúk fyri øllum góðum lærarakreftum. Um tað er Undirvísingarstýrið, Lærarafelagið, skúlaleiðslur ella kanska øll í felag, so ber tað til at gera eina betri skipan, um vilji er til staðar. Tað er ein spurningur um at seta sær fyri at beina burtur hetta ótespiliga fyribrigdið, sum ikki hoyrir heima í einum góðum og framkomnum samfelag sum okkara. Tíðin er komin til at broyta hugburðin til - og skipanina við tíðaravmarkaðum lærarastørvum.

Hervið ein áheitan til myndugleikan í skúlamálum, Lærarafelagið og skúlaleiðslur kring landið – Finnið eina virðiliga loysn!

Klumma eftir Birnu Gaard, einalærara í Fámjin, í Skúlablað nr 5, 2020


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.