Tíðindi

Tær góðu søgurnar

Øll, sum á onkran hátt eru tengd at skúlanum, vita, at tað gongur alt møguligt spennandi fyri seg innan skúlans gátt, men kanska duga vit ikki altíð so væl at fáa hesar góðu søgurnar fram. Tórhallur við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

14.11.2019

Tað hendir nógv í einum skúlaári. Gerandisdagurin gongur sína gongd, og tíðin flýgur avstað. Tá ið hesar reglur verða skrivaðar, er skúlaárið næstan longu komið í helvt, sjálvt um tað kennist, sum um tað var í gjár, at vit høvdu fyrsta skúladag. Kanska eitt gott høvi at stinga fingurin í jørðina og hyggja at øllum eitt sindur omanífrá.

Skúlagerandisdagurin er sjálvandi nógv merktur av, at faklig mál skulu verða nádd, og lærarar og næmingar arbeiða í felag fram ímóti teimum ávísu málunum. Men gerandisdagurin í skúlanum er eisini so øgiliga nógv annað. Tað hendir eisini so øgiliga nógv annað gott í skúlanum, sum ikki er beinleiðis bókligt. Øll, sum á onkran hátt eru tengd at skúlanum, vita, at tað gongur alt møguligt spennandi fyri seg innan skúlans gátt, men kanska duga vit ikki altíð so væl at fáa hesar góðu søgurnar fram.

Um eg hugsi meg bara eitt lítið sindur um, so komi eg beinanvegin í tankar um fleiri tiltøk í skúlanum, har eg arbeiði, sum bróta frá tí vanligu undirvísingini. Til dømis hava 6. flokkarnir verið sín árliga túr við Draganum, har tey fáa ein smakk av sjólívinum, sum annars er langt frá teirra gerandisdegi. Túrurin er skipaður sum ein fiskikapping, og nógv verður gjørt burturúr. Steyp verða handað, og spenningurin er sum vera man ógvuliga stórur. Í ár var veðrið ikki av tí allarbesta, eitt sindur illfýsið, men tiltakið eydnaðist væl, og ofta eru tað slíkar upplivingar og løtur, sum næmingarnir seinni í lívinum minnast aftur á við gleði.

Nú heyst er, hevur tað eisini sett sín dám á skúlagongdina. Heyst er ofta er eitt evni í skúlabókunum, men mangastaðni runt um landið munnu næmingar og lærarar eisini hava fingist við fletting ella verið á fjalli. Í skúlanum, har eg arbeiði, hava næmingar einum 4. flokki saman við læraranum flett. Teir hava sæð, hvussu ein seyður verður flettur, lært hvussu tað ymiska á seyði eitur og so framvegis. Eisini hetta hevur so avgjørt givið næmingunum ein førning, sum teir annars helst ikki fingu. At fáast við seyð og at fletta er nakað, sum færri og færri næmingur kenna nakað til í dag. Tað er bara veruleikin, og tí fáa tílíkir øðrvísi skúladagar uppaftur størri týdning enn áður. 

Hetta vóru bara tvey dømi frá mínum egna skúla, sum eg havi nevnt omanfyri. Ivaleyst munnu tey flestu kenna eina ørgrynnu av slíkum dømum á øðrum skúlum. Tílíkir dagar eru eisini undirvísing, sjálvt um hon er í einum øðrum líki. Tað ger einki, um vit viðhvørt fortelja hesar góðu søgurnar úr fólkaskúlanum. Skúlin í dag er so øgiliga nógv annað enn siðvand talvuundirvísing, og næmingarnir fáa nógv góð minni við sær frá síni skúlatíð. Tí ivist eg ikki eina løtu í.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.