Tíðindi

Tvílæraraskipanin víðkað og styrkt

At fata um fleiri flokkar, geva størri møguleikar og hava greiðari mannagongdir umframt at lærarar fáa møguleika at menna og ogna sær viðkomandi fakligar førleikar, sum eru neyðugir fyri at arbeiða í tvílæraraskipan. Hetta eru millum tilmælini frá arbeiðsbólkinum, sum hevur handað landsstýrismanninum frágreiðing um broytingar í fólkaskúlalógini.

31.05.2023

Tvílæraraskipanin, ella partvís tvílæraraskipan við tveimum lærarum, tá ið næmingatalið í flokkunum er 18 næmingar og fleiri, hevur verið brúkt í fólkaskúlanum sum serstøk skipan í 1. og 2. flokki í meira enn 12 ár. Skipanin  er tó bara galdandi í 1. og 2. flokki, har tímar til tvílæraraskipanina verða játtaðir eftir einum ávísum frymli. Játtanargrundarlagið undir tvílæraraskipanini er, at eyka tímar verða játtaðir, tá ið tað eru 18 til 26 næmingar í flokkunum, og er hetta bara galdandi í 1. og 2. flokki. Kravda tímatalið í hesum flokkum er ávikavist 24 og 26 tímar, og flokkar, sum hava eitt lægri næmingatal enn 18 næmingar, eru ikki umfataðir av tvílæraraskipanini. Hetta hevur skapt ávísa misnøgd, tí í smærru skúlum, sum hava samanlagdar flokkar, og tað er skipanin í flestu bygdaskúlum, kann næmingatalið í samanløgdum flokkum verða 18 og fleiri, men teir fáa ikki ágóða av tvílæraraskipanini.

Arbeiðsbólkurin, sum hevur arbeitt við broytingum í fólkaskúlalógini, mælir til,

·      at 3. flokkur frá skúlaárinum 2024-25 verður partur av tvílæraraskipanini, sum er galdandi í 1. og 2. árgangi, so at øll grunddeildin er skipað eftir sama leisti.

·      At víðka tvílæraraskipanina líðandi, so at hon verður galdandi fyri bæði grunddeild og miðdeild.

·      At játtanarskipanin verður broytt samsvarandi, so at skúlaleiðslur fáa møguleika at raðfesta samlæring og tvílæraraskipan í verki, fyri at kveikja og stuðla undir eina sameinda undirvísing.

·      At karmar og greiðar mannagongdir verða skipaðar, og at lærarar fáa umstøður at fyrireika, fremja og eftirmeta undirvísingina í felag.

·      At lærarar fáa møguleika at menna og ogna sær viðkomandi fakligar førleikar, sum eru neyðugir fyri at implementera henda arbeiðshátt.

·      At eyka tímar verða játtaðir, tá ið næmingatalið er 13 – 20 næmingar í flokkunum, og at hetta eisini verður galdandi í samanløgdum flokkum.

Endamálið við tvílæraraskipanini er at fáa eina vælskipaða undirvísing, sum kann hava fyrilit fyri hvørjum einstøkum næmingi, og at hvør næmingur er partur av einum sosialum og fakligum felagsskapi. Tað eigur at økja um trivnaðin og læringina, at fleiri lærarar eru í flokkinum, soleiðis at styrkt samband er millum lærarar og næmingar, og við hesum skuldi fortreytirnar fyri at læra og trívast verið munandi betri.

Fyrimunir við tvílæraraskipanini fyri næmingin eru: 

* Fleiri lærarar í flokkinum
* Betri og tættari relatión millum lærara og barn
* Møguleiki fyri at arbeiða tvørgreinaligt
* Lættari at røkka einstaka næminginum
* Lættari at arbeiða stuðlandi í flokkinum

Fyrimunir fyri lærararnar eru:

* Felags fakligt og sosialt endamál  
* Samstarv um fyrireiking og eftirmeting
* Felags uppgáva og ábyrgd
* Faklig og sosial relatión
* “Sparring” um námsfrøði og háttalag

Arbeiðsbólkurin hevur gjørt metingar av, hvat ymsu tilmælini fara at kosta. Tað ber til at kunna seg nærri við tey í frágreiðingini.

Frágreiðingin við tilmælum, sum var handað landsstýrismanninum í farnu viku, er ætlað sum grundarlag undir orðaskifti á tingi í sambandi við ætlaðar broytingar, sum skulu gerast í fólkaskúlalógini.

Arbeiðsbólkurin fór til verka í november 2021; umboð fyri Føroya Lærarafelag, Skúlaleiðarafelagið, Fólkaskúlaráðið, Felagið Heim og skúla, Námsvísindadeildina, Kommunfelagið, Undirvísingarstýrið, Nám, Sernám og Barna- og útbúgvingarmálaráðið hava sitið í bólkinum. Frágreiðingin við tilmælum var handað landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum mikudagin.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.