Tíðindi

Trygdarumboð og álitisfólkaarbeiði

Álitisfólk og trygdarumboð hava sína dagligu gongd saman við lærarunum og hava oftast somu ella líknandi arbeiðsuppgávur sum lærararnir á skúlanum. Tí kunnu smámál loysast skjótt, um leiðsla, trygdarumboð og álitisfólk javnan hittast við tí fyri eyga at betra um arbeiðsviðurskiftini.

28. apríl 2020

Samstundis sum politikarar her á landi og í øllum Norðurlondum sótu á fundum og viðgjørdu støðuna, nú Korona var farin at herja í Evropa, sótu umboð fyri Føroya Lærarafelag á skeiði í Danmark saman við limum í DLF um arbeiðið hjá trygdarumboðum. Hetta var eitt skeið fyri nýggj trygdarumboð í Danmark, sum vit vóru boðin við til.

Størsti munurin á okkara skipan við trygdarumboðum og donsku skipanina við ”arbejdsmiljørepræsentanter” er helst sálarliga arbeiðsumhvørvið. Arbeiðis- og brunaeftirlitið hevur seinastu tíðina arbeitt við at fáa sálarliga arbeiðsumhvørvið við í arbeiði sítt innan arbeiðstrygd.

Í viðurskiftum, sum viðvíkja føroysku skúlunum, kunnu vit læra nógv av at hyggja eftir dønum. Teir hava arbeitt við hesum leingi og hava tí eisini royndir á økinum. Eitt nú hevur BFA gjørt faldara um TRIO-arbeiðið. TRIO er eitt toymi, har leiðsla, álitisfólk og trygdarumboð regluliga tosa saman um arbeiðsviðurskiftini.

Leiðslan hevur ábyrgd av, at kjarnuuppgávan og aðrar arbeiðsuppgávur verða loystar á arbeiðsplássinum. Leiðslan hevur eisini ábyrgd av, at arbeiðið er vandaleyst. Trygdarumboðið (AMR) hevur ábyrgd av, at arbeiðsplássið heldur tær lógir og reglur, sum eru galdandi fyri arbeiðsumhvørvið. Álitisfólkið hevur innlit í arbeiðssáttmálum. Í Føroyum er hetta virksemisætlan, arbeiðstíðaravtalan v.m.

Eitt trípartasamstarv sum hetta kann verða til stórt gagn fyri skúlarnar sum arbeiðspláss. Tað er skjótari at fáa eyga á arbeiðsviðurskiftir, sum kundu verið loyst øðrvísi. Álitisfólk og trygdarumboð hava sína dagligu gongd saman við lærarunum og hava oftast somu ella líknandi arbeiðsuppgávur sum lærararnir á skúlanum. Tí kunnu smámál loysast skjótt, um leiðsla, trygdarumboð og álitisfólk javnan hittast við tí fyri eyga at betra um arbeiðsviðurskiftini.

Leiðslan kann á henda hátt fáa betri innlit í arbeiðið hjá lærarunum, og hvat lærarar stríðast við. Um okkurt er, sum lærarar hava trupult við í arbeiðinum, er lættari hjá leiðsluni at fáa innlit í hesi viðurskifti, og hjálp/stuðul til at loysa trupulleikan. Eisini kann hetta hjálpa leiðslunum at fáa stuðul frá lærarum, tá ið broytingar eru neyðugar.

Sjálvandi skulu vit í Føroyum ikki taka alt til okkara, ið hendir aðrastaðni. Tó so, kann tað vera ein fyrimunur at hyggja uttan um okkum og taka tað til okkum, sum vísir seg at virka væl og vera til fyrimun fyri skúlarnar sum heild. Skeiðið í Danmark var serstakliga áhugavert. Serliga tá hugsað verður um, hvussu teirra skipan er við útbúgving og eftirútbúgving hjá álitisfólkum og trygdarumboðum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.