Tíðindi

Trygdarbólkurin kann virka fyri góðum sálarligum arbeiðsumhvørvi

- Allar kanningar, sum eru gjørdar av týdninginum av arbeiðsumhvørvisarbeiði innan allar vinnur, vísa, at virkar trygdarskipanin á arbeiðsplássinum væl, so fyribyrgir hon arbeiðsskaðum, sigur Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum

29. juni 2020

Í lóggávuni um arbeiðsumhvørvi stendur, at øll arbeiðspláss, sum hava fleiri enn 9 starvsfólk, skulu hava eina trygdarskipan. Tað merkir, at starvsfólkini velja eitt umboð at umboða seg og leiðslan eitt umboð; trygdarbólkurin hevur til uppgávu at tosa um trygdina og arbeiðsumhvørvið á arbeiðsplássinum í breiðastu merking, tað er fysiska og sálarliga arbeiðsumhvørvið. Fyri nøkrum árum síðan heitti Mentamálaráðið á allar skúlar um at skipa trygdarbólkar; stjórin á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, Leivur Persson, heldur, at hesir bólkarnir kunnu hava sera stóran týdning.

- Fólkaskúlin hevur altíð verið eyðkendur av einum yrkisbólki, ið hevur eitt sterkt fakfelag í rygginum; siðvenjan hjá felagnum er stór og týðandi, og mestsum øll í yrkinum eru limir í felagnum. Eins stóran týdning sum álitisfólkaskipanin hevur, hava trygdarbólkarnir. Kanningar uttanlands benda á, at trygdarskipanin ikki er nóg virkin; tað er nevniliga ikki nóg mikið bara at gera lógarkrav um at hava trygdarumboð. Tað, sum vantar, er, at hesir trygdarbólkarnir verða meiri gagnnýtir. Trygdarskipanin kann geva hvørjum einstøkum arbeiðsplássi ógvuliga nógv, eitt nú at skipa fyri tiltøkum, sum hava fyribyrgjandi endamál og sum kunnu verða góð fyri ávísa arbeiðsplássið; tað fer alt fram í samskifti, tí trygdarumboðið er ikki ein politistur, sum gongur runt á arbeiðsplássinum og kekkar, um alt er innan fyri lógarinnar karmar. Trygdarumboð kann leggja ymiskt fram fyri leiðsluni, sum kann gera tað, at arbeiðsumhvørvið verður betri. Verður trygdarskipanin ikki brúkt, dettur hon niðurfyri aftur. Her liggur okkurt á láni; tað er avgerandi, at trygdarskipanin á øllum arbeiðsplássum virkar til fulnar; vit hoyra onkuntíð, at arbeiðið við trygdarskipanini tekur tíð og er roksut, men tað er hon veruliga ikki, tí arbeiðið hjá hesum bólkinum er grundleggjandi.

Allar kanningar, sum eru gjørdar av týdninginum av arbeiðsumhvørvisarbeiðinum innan allar vinnur, vísa, at virkar trygdarskipanin á arbeiðsplássinum væl, so fyribyrgir hon arbeiðsskaðum.

- Tá ið avtornar er tað bíligari fyri arbeiðsgevaran at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi enn øvut, tí gott arbeiðsumhvørvi merkir færri sjúkrameldingar, færri arbeiðsóhapp og minni eykaútreiðslur av tí.

Kravið er, at limirnir í trygdarskipanini skulu á skeið; fyri nøkrum árum síðan vórðu fólk send á skeið yvir tvey-trý skúlaár, soleiðis at øll tey, sum eru trygdarumboð, eru skúlað sum trygdarumboð.

Í Danmark verður trygdarbólkur nevndur arbeiðsumhvørvisumboð.

Les samrøðu við Leiv Persson í Skúlablað nr 3, 2020.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.