Tíðindi

Trivnaðurin eftir skúlatíð

Vinabólkar – ella spælibólkar, sum tað eitur onkustaðni – hevur Anna Dalsgaard, lærari í Skúlanum á Fløtum, verið forsprákari fyri í nógv ár. Hendan skipan hevur nøkur á baki og koyrir enn, men ikki allastaðni, og hon hevur til endamáls at skapa vinaløg eftir skúlatíð.

19.05.2021

- Tá ið hon riggar, er tað sjálvandi gott, men eg haldi, at hon skal koyra eftir einum serligum leisti. Tað eru ikki øll, sum megna at skipa og vera við í einum vinabólki, og heldur ikki øll, sum tíma tað. Um skipanin ikki verður koyrd sum tann sosialpedagogiska verkætlanin, hon í veruleikanum er, kann lættliga henda, at tú hevur flokkar, sum hava vinabólkar, har einans fáir rigga. Tá kann tað vera harmiligt fyri børnini, og ætlaði virknaðurin verður í besta føri burtur, og í ringasta føri førir hann til mistrivnað í flokkinum.

Anna Dalsgaard nevnir, at hon tey seinastu árini hevur varnast, at fleiri og fleiri børn eru ella kenna seg einsamøll eftir skúlatíð. Hóast hon bara hevði ætlað at arbeitt við trivnaði inni í skúlanum, hevur hon verið við til at skipa fyri, at vinabólkar eru gjørdir. Hon nevnir hesa ónatúrligu samansetingina, sum børnini ikki sjálv hava valt, og heldur tískil, at hon sum flokslærari hevur fyrimun at skipa bólkarnar.

- Hetta verður gjørt við at taka foreldur og avvarðandi við, og síðani koyra tað yvir á tey. Tað vil siga, um tey eru áhugað. Hon heldur ikki, at skúlin skal blanda seg í frítíðina hjá næmingunum, men hann kann hjálpa. Vit kunnu við hesum bjóða foreldrum hendan pallin: Vit sum skúli taka okkum av, at børnini hava tað gott í skúlanum, at tey trívast og skapa relatiónir. Alt, sum vit yvirhøvur kunnu orðna í skúlanum, tað gera vit. Frítíðina eiga foreldrini, hon er teirra ábyrgd.

Í løtuni er Anna Dalsgaard í holt við at læra næmingarnar at spæla borðspøl. Hetta er ein liður í, at tað kanska kann gerast lættari at vera rundan um hvønn annan í vinabólkum, so tey altíð hava eitt felags triðja at vera saman um.

- Annars hugsi eg eisini týdningin av trivnaði inn í tað fakliga. Eftir at vit í vár høvdu online-undirvísing, havi eg hildið fast við javnan at brúka Teams. Hetta gevur møguleikar til bæði einstaklinga- og felagsarbeiði. Einstaklingaarbeiði, har tey t.d. skulu lurta eftir ella lesa ein tekst, sum arbeiðast skal við, riggar Teams sera væl til. Eg leggi tekstin út og lesi hann inn. Soleiðis kunnu tey arbeiða hvør í sínum lagi og í sínum egna tempo. Eisini er møguligt hjá mær tá at býta uppgávurnar í torleikastig, so eg fái passað tær til einstøku næmingarnar.

Tá ið talan er um bólkaarbeiði, er tað aloftast Anna Dalsgaard, sum ger bólkar ella setir næmingar saman í pør, um arbeiðast skal soleiðis. Bara um hon kennir flokkin serstakliga væl og er vís í, at eingin situr eftir, letur hon av og á næmingarnar sjálvar velja.

- Ongin skal hava kensluna av ikki at vera valdur.

Les alla greinina í Skúlablað nr 2, 2021.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.